Helgi í topp 100

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi. Á nýdagførda styrkilistanum hjá FIDE, altjóða talvsamgonguni, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664.

Les meira »

Helgi ósigraður

Helgi endurvann meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa í stórum stíli. Endaliga úrslitið var, at Helgi fekk 8½ stig av níggju í Small Nations kappingini í Klaksvík.

Les meira »

Helgi aftur meistari

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur í dag endurvunnið meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. 

Les meira »

Sigurin í eygsjón

Nú tvey umfør eru eftir í kappingini í Klaksvík millum fremstu telvarar úr smátjóðum í Evropa er føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska framvegis flúgvandi við fullum stigatali. Sjeyndi sigurin í eitt koyr var fingin til høldar í dag móti Paris Kleridis úr Kýprós.

Les meira »

Helgi og Olaf vunnu

Báðir føroyingarnir vunnu í dag í kappingini um meistaraheitið fyri einstaklingar í talvi fyri evropeiskar smátjóðir, nevnd Small Nations. Kappingin fer fram í Klaksvík. 

Les meira »

Olaf koppaði oddamanninum

Olaf Berg var dagsins hetja í Small Nations talvkappingini í Klaksvík í dag. Honum eydnaðist at fella stórmeistaran Igor Efimov í stórum stíli í fimta umfari í dag. Efimov hevði vunnið øll talvini frammanundan. Við svarta fólkinum tók Olaf ósigraða mótstøðumannin á bóli við snildum vendingum í spentari støðu, og lumpaði hann við flottari kombinatoriskari fintu. Olaf tá hann er bestur.

Les meira »

Helgi og Igor borð um borð

Alt bendir á, at tað verður annar av stórmeistarunum, sum fer at vinna kappingina millum fremstu telvarar í smátjóðum í Evropa. Helgi Dam Ziska og Igor Efimov úr Monako hava báðir fult stigatal eftir fyrstu fýra umførini í Small Nations-kappingini í Klaksvík. Spenningurin fer helst at halda sær til tað síðsta, tí tað er ikki fyrr enn í níggjunda og seinasta umfari sunnudagin, at teir báðir stórmeistararnir møtast í innanhýsis dystinum.

Les meira »

Helgi á odda

Eftir triðja umfar í dag í kappingini um meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa,  sum í hesum døgum fer fram í Klaksvík, er føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska sjálvurannar á odda við fullum stigatali.

Les meira »