Á middegi verða fyrstu leikirnir fluttir á 43. talvolympiaduni. Telvað verður í Batumi í Georgia. Ikki færri enn 185 lið eru í almennu kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 76. Føroyar telva í fyrsta umfari í dag móti Sierra Leone. Afrikanska liðið er styrkismett nummar 169, so her átti ein greiður føroyskur sigur verið væntandi. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er ikki við í dag. Hinir fýra á føroyska liðnum telva tí dystin móti Sierra Leone – John Rødgaard, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen.
Les meira »Nýggj nevnd í Talvsambandi Føroya
Á aðalfundinum í Klaksvík 21.09 stillaðu 7 upp til nevndina. Sitandi nevnd tók við afturvali, meðan tvey nýggj upskot vóru afturat. Nývald í nevndina gjørdist Katrin Didriksen Apol. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir, og eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Les meira »Uppskot til talvkalendarin 2018/19
Uppskot til talvkalendarin 2018/19.
Les meira »Aðalfundur 21.09.18 kl 19.00
Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður 21. septembur kl 19.00 í hølunum hjá TSF. Addressan er Klaksvíksvegur 68, 700 Klaksvík. Gráur bygningur á høgru síðu, niðanfyri gamla Sjóvinnubankan, omanfyri Heimið við Vágna – við síðunnar av Rúsuni.
Les meira »179 lond í talv-OL
Nú um dagarnar varð kunngjørt, hvørji lond og telvarar vera við á talvolympiaduni í Georgia, sum byrjar um nakrar vikur. Føroyar eru styrkismettar nummar 74 av teimum í alt 179 liðunum í almennu kappingini. Tað sigur ikki einki um ta støðu, sum Føroyar hava í talvi. Havast skal eisini í huga, at tríggir telvarar kundu styrkt føroyska liðið í Georgia, tí hvørki Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen ella John Arni Nilssen, sum eru ávikavist nummar 2, 3 og 5 á føroyska styrkilistanum, eru við hesaferð. Føroyska landsliðið í Georgia verður mannað soleiðis – og helst í hesari borðrøð: GM Helgi Dam Ziska 2550, IM John Rødgaard 2331, FM Olaf Berg 2248, FM Martin Poulsen 2239 og FM Carl Eli Samuelsen 2237.
Les meira »Olaf Berg gott úrslit
Trettan føroyskir telvarar hava verið við í stóru almennu kappingini Xtracon Chess Open í Danmark, sum endaði ólavsøkudag. Hetta er størsta og sterkasta árliga talvkapping í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin Olaf Berg fekk sjey stig av tíggju møguligum og gongur 22 stig fram á altjóða styrkilistanum. Í seinasta umfari ólavsøkudag vann Olaf á danska stórmeistaranum Carsten Høi.
Les meira »Helgi nummar fimm í Faroes Open
Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu í gjár. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kappingin – útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu føroysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara landslið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst.
Les meira »Seinasta umfar á Giljanesi
Longu klokkan 10 í morgun leygardagin setast telvarar aftur við borðini til seinasta umfar í altjóða talvkappingini Faroes Open í Vágum.
Les meira »Sterk talvkapping á Giljanesi
Í dag verður farið undir áttanda og næstsíðsta umfar í sterku talvkappingini Faroes Open í Vágum. Hetta er triðja almenna kappingin av sínum slagi, sum talvfeløgini í Kollafirði og Sandavági skipa fyri. Undanfarnu árini hevur verið telvað í Kollafirði. 36 telvarar eru við í ár. Her er alt frá telvarum næstan í heimsflokki niður í nýbyrjarar í einum potti.
Les meira »Snarkapping
Í samband við altjóða talvkappingina Faroes open, verður skipað fyri snarkapping hóskvøldið 12.07.2017 kl. 19.30 í skúlanum á Giljanesi. Kappingin er fyri øll, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »