RÓKUR OPEN 2015

Hervið verður bjóðað til RÓKUR OPEN 2015 dagarnar 16-18 jan. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

Les meira »

Innbjóðing til FM 2015

Havnar Telvingarfelag skipar í døgunum 28. mars til og við 04. apríl 2015,

fyri: Føroya Meistaraheitið í Talvi fyri einstaklingar 2015.

 

Kappast verður í hesum bólkum:  Landsliðsbólkur (10 telvarir), 1. Bólkur (10 telvarir) Almannabólkur (óavmarkað) og Unglingabólkinum (óavmarkað), og Veteranbólkur (treyta av - minst 6 luttakarar).

 

Kappingin

Kappingin fer fram í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, frá 28. mars til og við 04. apríl 2015

Tilmeldingar:  (Leinkja er ávegis, kemur seinni).

 

Les meira »

Føroyameistaraheitið í snartelving

ung2

Føroyameistaraheitið í snartalv verður: 27. desembur kl. 12.30 í Skúlin við Løgmannabreyt, Tórshavn.       Tilmelding i seinasta lagi friggjadagin 26 des. kl. 13.00 á faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 00 13 Upplýs navn + rating. Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina.   Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri vaksin, 50 fyri unglingar og lesandi. Gjalding fer fram á staðnum millum 11.45 – 12.15. Telvarar sum ikki gjalda innan ásettu tíð, telva ikki við.   Telvað verða 9 dupultumfør. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2 x 5 og síðan suddendeath. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión. Virðislønir til 1,2 og 3  + ratingvirðislønir.   Byrjað verður kl. 12.30 stundisliga!   Við talvkvøðu Havnar Telvingarfelag         

Les meira »

Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale seinasti partur

3. og seinasti partur av ferðafrásøgn frá talv olympiaduni í Tromsø 1. – 15. august 2014.

 

Í hesum seinasta partinum av frásøgnini úr Tromsø skrivar Hans Hjalti Skaale millum annað um Vassily Ivanchuk 2740, ein av heimsins fremstu telvarum hesi seinastu 25 árini. Í mangar mátar ein heilt serligur maður. Eisini hoyra vit um hvussu Hans Hjalti upplivdi seinasta umfar, tá brádliga ein telvari doyði og um ruðuleikan ið kom av hesum.

 

Les meira »

NM úttøku kapping í Klaksvík, úrslit.

Seinasta barna- og ungdómskappingin í talvi 2014, varð telvað í Klaksvík sunnudagin 16. Novembur.

Umframt heiðurin at verða FM-vinnari fyri Ung, so fara nr. 1 og nr. 2 í hvørjum bólki at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri skúlaungdóm í februar 2015.

NM verður fyriskipað av Talvsambandi Føroya komandi ár, og er avgjørt at kappingin verður í Klaksvík. 

Les meira »

Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale annar partur

2. Partur av ferðafrásøgn frá talv olympiaduni í Tromsø 1. – 15. august 2014.

Skrivað hevur Hans Hjalti Skaale. Mynd Arild Rimestad

 

Tað er týðuligt at tað skal vera val. Serliga Garry Kasparov er sera sjónligur, allir býurin er fullur av plakatum við mynd av manninum við áskriftini: Kasparov the future of chess.

Eisini fáa allir telvarnir eina gávu frá kandidátinum, ein fullan posa við ymsum góðum, bøkur, t-troyggju og annað. Vit sum døma fáa tó ikki inn í eyga.

Les meira »