Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag hevur í dag vunnið fyrsta FM-heitið í kviktelving. Honum eydnaðist í umdysti í Løkshøll við stórmeistaran Helga Dam Ziska at tryggja sær sigurin. Tá kappingin var av stóð á jøvnum teirra millum í oddanum. Báðir høvdu átta stig eftir níggju umfør. Reglurnar eru soleiðis, at tá skal umdystur telvast. Helgi hevði annars vunnið talvið teirra millum í kappingini, og átti tí munin í mótstøðustigum. Men umdystur var ásettur, og hann vann Høgni 1½-½ eftir tvey talv.
Les meira »Helgi aftur snarmeistari
Tað er nógv telving á skránni hetta vikuskifti. Kappast verður um FM-heitið í bæði snar- og kviktelving fyri einstaklingar, og sunnudagin verður toppdystur í landskappingini. Kappingin um FM-heitið í snartelving hevur verið í Løkshøll í Runavík í kvøld, og í morgin verður hildið fram við kvikkappingini.
Les meira »Úttøkukapping til NM fyri børn og ung
Sunnudagin 24. novembur verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. 10 føroyskir telvarar sleppa við. Sunnudagin 24. novembur verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020. 10 føroyskir telvarar sleppa við.
Les meira »Innbjóðing til FM-Snar og FM-Kvik
FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í Løkshøll í Runavík dagarnar 29. og 30. novembur.
Les meira »Úrslit frá fyrru NM úttøkukappingini
Leygardagin varð fyrra av tveimum NM úttøkukappingum telvað í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. 26 ungir telvarir luttóku í 5 bólkum.
Les meira »Sandavágsmenn flúgvandi
Meistaraliðið í føroyskari telving, Sandavágs Talvfelag, var aftur eirindaleyst í dag, og vann ein knúsandi sigur í útidystinum móti Klaksvíkar Talvfelag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen vunnu allir á ávikavist Ólavi Simonsen, Finnbjørn Vang, Terja Petersen og Rana Baldursson. Tað man vera nakað síðani, at klaksvíkingar hava tapt á hvørjum borði í 1. deild.
Les meira »Talvkalendarin dagførdur
Talvkalendarin er dagførdur. NM fyri børn og ung er flutt eina viku fram. Hetta hevur við sær, at 8. umfar í liðkappingini verður flutt frá 16.02.2020 til 23.02.2020.
Les meira »Magnus Carlsen skakaður
Tap er í hendi hjá norska heimsmeistaranum í talvi, Magnus Carlsen, nú fyrsti HM-finaludysturin í sonevndu Fischer-random talvkappingini er fyri í Noregi. Eftir annan av trimum finaludøgum hevur mótstøðumaðurin Wesley So úr USA vunnið sær so trygga leiðslu, at tað skal eitt ódnartak hjá Carlsen til fyri at vinna, tá kappingin endar í morgin leygardagin.
Les meira »Mangur leikur í longum talvi
Tað munnu fýra av heimsins bestu telvarum sanna, sum í hesum døgum kappast um óalmenna HM-heitið í sonevndari Fischer-randomtelving. Telvað verður í Noregi. Stríðið stendur millum Magnus Carlsen úr Noregi, Wesley So úr USA, Fabiano Caruana úr USA og Ion Nepomniachti úr Russlandi.
Les meira »Úttøkukapping til NM í talvi fyri børn og ung
Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 2. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.
Les meira »