Remis í toppdysti

Talvið millum favorittarnar Helga Dam Ziska og lettlendska stómeistaran Normunds Miezis í triðja umfari í FM-kappingini í talvi í gjár endaði javnt. Helgi bjóðaði remis longu í tólvta leiki. Mestur hava báðir gingið í remistonkum longu áðrenn talvið byrjaði.  Føroyskir talvfjepparar høvdu helst vónað, at okkara toppseedaði stórmeistari fór at leggja eitt sindur meira fyri í oddabrakinum, serliga nú hann longu er farin eitt hálvt stig afturum Miesiz. Men líkt er til, at Helgi setti seg ikki føran at vinna við svarta fólkinum móti tí næstbesta.

Les meira »

Góður føroyskur dagur

Føroysku telvararnir stóðu seg væl í øðrum umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.  Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu báðir á tveimum av útlendsku telvarunum. Helgi vann á Drazen Dragicevic. Helgi telvaði væl og vann sannførandi. Tað var av sonnum stórmeistaratelving.  Hans Kristian vann ikki minni sannførandi á danska stórmeistaranum Carsten Høi. Stuttligt at síggja. Tá ið Hans Kristian er í hasum lagnum, er ikki at vera fyri.

Les meira »

Olaf góða byrjan

Fleiri góð og spennandi talv sóust í fyrsta umfari í Landsliðsbólkinum í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár. Við føroyskum brillum var Olaf Berg dagsins hetja. Í einum fínum talvi koppaði hann svianum Drazen Dragicevic, hvørs styrkital er meira enn hundrað stig hægri enn hjá Olafi. Men tað sást ikki í gjár. Hatta var Olaf, tá hann er bestur.

Les meira »

Sterkur FM-bólkur

Synd er at siga, at áhugin at vera við í árligu FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum er stórur. Einans 36 telvarar eru við í ár. Tað er nógv lakari luttøka enn vanligt. Í fjør vóru 45. Sammett við bestu FM-árini fyrrapartin í 80-unum gerst munurin næstan ræðandi stórur. Í 1981 vóru 74 telvarar við í FM-kappingini í Hvalvík, í 1982 á Toftum kappaðust 71 og í Havn í 1983 var talið 68.

Les meira »

Lítil áhugi fyri FM

Árliga FM-einstaklingakappingin í talvi verður í Havn um páskirnar. Nú tilmeldingarfreistin var úti, var so lítil undirtøka fyri kappingini, at Havnar Telvingarfelag, sum fyrireikar kappingina, hevur gjørt av at útseta freistina til á midnátt í morgin týsdagin.

Les meira »

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í seinasta umfari í landskappingini var allur ivi burturbeindur. Árið er minniligt hjá Sandavágs Talvfelag. Felagið er 50 ára gamalt, og vinnur nú meistaraheitið við telvarum, sum allir hava sín uppruna í felagnum. Hini FM-árini vóru Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen, sum hava røtur í Havnar Telvingarfelag, týðandi stuðlar hjá vágamonnum. 

Les meira »

Sandavágur og Havnin í FM-finalu

Í morgin leygardagin verða seinastu leikirnir fluttir í landskappingini í talvi í vetur. Dystirnir í øllum deildum fara fram í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður longu klokkan 10 fyrrapartin. FM-vinnarin 2019 skal finnast í røttum finaludysti millum oddaliðini úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn hava munin og tryggja sær meistaraheitið, vinna havnarmenn ikki vinna dystin í minsta lagi 3-1.

Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini

FM endabresturin í Liðkappingini 2018 verður telvaður í Skúlanum á Giljanesi, Sandavágur, leygardagin 6. apríl. Byrjað verður kl. 10.00 stundisliga. Møtið í rúmari tíð undan. Sandavágs Talvfelag skipar fyri kaffisølu meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar talvfelagið lættari ábit. Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Les meira »

Endaðu triðfremstir

Føroyar gjørdust nummar trý í sættu talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa, sum endaði í gjár í San Marino. Í síðsta dystinum vunnu Føroyar 3½-½ á Guernsey. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen vunnu, og Luitjen Akselson Apol telvaði javnt.

Les meira »