Finalubólkar í 3. deild

Fram til jólar hevur verið telvað í tveimum bólkum í 3. deild. Nú verða nýggir bólkar gjørdir. 3 tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma í A bólkin, meðan 3 tey niðastu liðini koma í B bólkin.

Les meira »

Úrslit frá NM úttøku-finaluni

NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Føroyum í komandi ári, og sunnudagin 29. novembur varð finalan um NM úttøkurnar hildin í Klaksvík, har tey føroysku umboðini skuldu finnast.  25 børn og ung luttóku í teimum fimm aldursbólkunum.

Les meira »

Helgi var suverenur

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag vann um vikuskiftið í stórum stíli árligu FM-heitini í snartalvi og kviktalvi.    Talvsamband Føroya skipaði fyri saman við Tofta Talvfelag, sum hýsti kappingunum. Snarkappingin var fríggjakvøldið, og kvikkappingin leygardagin. 

Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Sunnudagin 29. november verður avgjørt, hvør skal umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið fyri børn og ung, sum verður í Føroyum í februar 2021. 10 føroyskir telvarar sleppa við.

Les meira »

Stórsigur í toppdysti

Havnarmenn gjørdu bart í dystinum móti Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag. Dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í Vestmanna í stórum felagstiltaki sunnudagin.

Les meira »

Toppdystur seinnapartin

Dystirnir í fimta umfari í landskappingini í talvi eru seinnapartin. Telvað verður í Vestmnanna í stórum felagsumfari.

Les meira »

Felagsumfar í liðkappingini

Sunnudagin 22. november verður felagsumfar telvað í liðkappingini. Allar deildirnar telva á Miðnámi í Vestmanna. Korona tilmælini verða fylgd.

Les meira »

ST-Open

Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 13.-15. november 2020. Telvað verður í hølum felagsins.

Les meira »

Sandavágur flúgvandi

Dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi hava verið í dag sunnudagin.   Í 1. deild halda vágamenn stílin. Fjórði tryggi sigurin á rað fekst til høldar uttan nakað vingl. Í felagshølunum í Sandavági var úrslitið 3-1 móti uppflutta liðnum úr Klaksvíkar Talvfelag.    Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu á fremru borðunum á ávikavist Finnbjørn Vang og Rana Baldursson. Á triðja og fjórða borði var remis. Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen fyri Sandavág og Haldur Suni Johansen og Ingolf Gaard fyri Klaksvík. 

Les meira »