Innbjóðing: FM fyri gentur 2023

Ein spennandi talvkapping verður sunnudagin, 19. november í skúlanum á Strondum: hettar er FM fyri gentur 2023. Kappingin verður skipað sum ein kapping, har ið tíðin á klokkuni er 10 minuttir í part + 5 sekund per leik; tó, umframt føroyameistaraheitið, verður eisini kappast um at umboða Føroyar til Norðurlandameistaraskapið 2024 fyri gentur í 3 ymiskum aldursbólkum.

Les meira »

Aftur ein tepur ósigur

Dysturin móti Norðurmakedónia í triðja umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro í dag gjørdist ein endurtøka av dystinum móti Sveis í gjár.  Vit taptu 2½-1½. Remis á trimum borðum, hin fjórði við undirlutan. Martin Poulsen var aftur hann, sum mátti lúta. Henda dystin kundu vit tað sama vunnið. Talvforritið, sum sett er at rokna støðurnar út, segði føroysku telvararnar vera við yvirlutan á øllum borðum. Og eingin stóð so væl sum Martin Poulsen. Hann hevði vinnandi støðu longu eftir tjúgu leikir.

Les meira »

Góvu Sveis ein skarpan gang

Føroyska talvlandsliðið stóð seg væl í EM-kappingini í Montenegro í dag. Móti Sveis endaði tað remis á trimum borðum, og tað var meira enn roknað var við framman undan. Dysturin endaði 2½-1½ til Sveis. Høgni Egilstoft Nielsen tóktist vera greitt við yvirlutan á 1. borði, men tá ið á stóð í tíðartroti valdi hann tryggu loysnina og javnleikin. Rógvi kláraði aftur remis í dag eins og í gjár, og nú bragdaði eisini hjá John Rødgaard. Martin Poulsen mátti dvína við svarta fólkinum á øðrum borði. Samanumtikið eitt flott úrslit hjá Føroyum. Sveis - við tveimum stórmeistarum og tveimum altjóða meistarum á liðnum - er styrkismett sum nummar 28 í kappingini.

Les meira »

Eitt remis móti Grikkalandi

Føroyar fingu við bit og slit eitt hálvt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini í talvi fyri landslið, sum byrjaði í Montenegro í dag. Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi. Mótstøðumaðurin hevði hægsta styrkitalið á grikska liðnum, men sat kortini á 3. borði. Rógvi telvaði væl, og varðveitti javnvágina allan vegin. Grikkaland, sum hevði stórmeistarar á øllum borðum, er styrkismett nummar 17 av teimum 38 liðunum í kappingini. Sætta norðurlandið, Finnland, tapti 3-1 fyri Ungarn. Høgni og Martin hildu tørn í fleiri tímar, men so tók at dragna. John Rødgaard hevði tíðliga veikleikar at dragast við, tó at hann slapp í fronsku yndisbyrjanina.

Les meira »

EM fyri landslið í talvi byrjar í dag

Risastór avbjóðing Seinnapartin vóru fyrstu leikirnir fluttir í EM-stevnuni fyri landslið í talvi. Kappingin er í Budva í Montenegro. 38 lond eru við. Av smátjóðunum í Evropa eru Føroyar einsamallar millum tey stóru. Einki av hinum níggju liðunum í smálandakappingini, sum júst hevur verið í Jersey, er við í EM-kappingini. Hetta er triðja ferðin, at Føroyar eru við. Fyrsta ferðin var í 2015. Tá var telvað í Íslandi. Talvsambandið setti tá sum treyt, at vóru fimm teir fremstu av okkara telvarum til dystin fúsir, so varð meldað til. Sama var í 2017. Báðar ferðir mannaðu somu fimm telvarar føroyska liðið.

Les meira »

Næstbest í smálandakappingini

Tað eydnaðist ikki føroyska talvlandsliðnum at endurvinna kappingina fyri smátjóðir í Evropa á hesum sinni. Andorra vann hesa áttandu kappingina suðuri á Jersey. Føroyar endaðu nummar tvey av teimum tíggju liðunum. Føroyar vunnu sjey dystir, taptu ein og telvaðu ein javnan. Úrtøkan var 15 dystarstig og 26 borðstig.

Les meira »

Vunnu á Guernsey og Kýprós

Føroyska talvlandsliðið gjørdi gott hál í smálandakappingini suðuri á Jersey í dag. Vunnið varð bæði í morgun og í kvøld.    Móti Guernsey vunnu føroyingar á øllum fýra borðum. Kýprós gav okkum dyggari mótstøðu í kvøld. Tá komið var hálva leið, høvdu vit bara hálvt stig, men tíbetur vóru okkara menn á ovaru borðunum báðir við yvirlutan.    Vit vunnu tí 2½-1½ á Kýprós. Føroyar hava nú otað seg av fimta plássi fram á triðja plássið, men enn eru Andorra og Luksemburg fremri.

Les meira »