Onnur altjóða talvkappingin í Løkshøll í Runavík endar í dag. Hvítarussiski stórmeistarin Nikita Maiorov stendur til at vinna kappingina. Hann er í løtuni heilt stig undan fremstu kappingarneytunum, og stendur seg tí við javnleiki í dag. Hann sleppur kortini ikki spælandi til sigurin, tí mótstøðumaður hansara í dag er Oleg Korneev, russi av uppruna, men búsitandi og umboðandi Spania. Korneev hevur hægri styrkital enn Maiorov.
Les meira »Runavík Open: Langur leygardagur í Løkshøll
Nú líður væl í altjóða talvkappingini Runavík Open. Tvinni umfør eru í dag, og í morgin verður seinasta umfarið. Í morgun var farið undir sjeynda umfar. Gudmundur Kjartansson úr Íslandi, sum vann kappingina í fjør, hevur nú lagt seg fram í oddan. Hann vann í gjár á Vladimir Hamitevici úr Moldova, og er nú sjálvurannar fremstur í kappingini. Hann situr nú í búnum talvi móti hinum oddafiskinum, ukrainska stórmeistaranum Nikita Maiorov, sum í gjár vann oddadystin móti Srinath Narayanan úr India.
Les meira »Runavík Open: John er álitið
Tann elsti av føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open, John Rødgård, er tann, sum stendur seg best av okkara fólki. John, sum nú er 62 ára gamal, er framvegis ósigraður í kappingini. Í gjár vann hann á russiska stórmeistaranum Evgenij Gleizerov, sum er omanfyri 2500 í rating. John hevur 3½ stig eftir fimm umfør og er nummar trettan í røðini av teimum 59 telvarunum í kappingini. Í dag telvar John móti indiska stórmeistaranum, Deep Sengupta, sum við sínum 2587 í rating hevur hægsta styrkitalið í kappingini.
Les meira »Runavík Open: Útlendingar á odda
Ikki óvæntað eru tað útlendsku stórmeistarnir, sum kappast sínamillum um sigurin í aðru altjóða talvkappingini í Runavík, nevnd Runavík Open. Ikki færri enn tólv stórmeistarar úr ymsum londum, og fimm altjóða meistarar eru millum teir trýss telvararnar. Tað eru helvt um helvt útlendingar og føroyingar í kappingini.
Les meira »Runavík Open beinleiðis
Her eru fleri leinkir til kappingina.
Les meira »Ísland vann vinarlandsdystin
Ísland vann tann afturvendandi vinarlandsdystin, ið varð telvaður í Løkshøll í vikuskiftinum. Ísland vann báðar dystirnar: fyrra dystin 6½-4½ og seinna dystin 7-4. Sostatt vann Ísland samanlagt 13½-8½.
Les meira »Føroyar – Ísland beinleiðis
Dysturin Føroyar – Ísland, ið byrjaði nú kl. 14, verður vístur beinleiðis á http://live.faroechess.com
Les meira »Føroyar vunnu
Føroyar hava í dag vunnið talvkappingina fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra. Avgerandi dystin í kappingini – finaluna móti vertslandinum – vunnu Føroyar í síðsta umfari í dag 2½-1½. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri við svarta fólkinum á triðja borði. Á hinum borðunum endaði javnt.
Les meira »Føroyar – Ísland vinarlandsdystur
Í vikuskiftinum, í dag og morgin kl. 14, verður afturvendandi vinarladsdysturin móti Íslandi telvaður í Løkshøll í Runavík. Á 2. hvørjum ári verður dysturin avhildin í annaðhvørt Íslandi og Føroyum, og í ár verður hann telvaður í Føroyum.
Les meira »Føroyar í finaludysti
Tað verður einki minni enn ein finala við lít, tá Føroyar og Andorra hittast í seinasta umfari í dag í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi. Føroyar eru á odda. Eitt stig er á muni. Føroyar hava 15 stig og Andorra 14. Monaco hevur á triðja plássi 13 stig. Tvey stig fáast fyri vunnan dyst, javnleikur gevur eitt stig, meðan einki fæst fyri taptan dyst.
Les meira »