Hjalti og Eli vardu HM-heitið

 

Afturvendandi HM-kappingin hjá Havnar Telvingarfelag - kappingin um hvør er HavnaMeistari í talvi - varð telvað hósdag seinnapart. Kappingin verður telvað, tá kappingarárið er um at halla, har unglingarnir, sum hava vant í vetur, dystast um heitið í tveimum aldursbólkum: 4. flokk og yngri og 5. flokk og eldri.

Les meira »

Innbjóðing: FM liðkapping fyri skúlaungdóm 2010

ht jl ung 2009 4flokk

Eins og undanfarin ár, verður í apríl-mai mánaði 2010 skipað fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm.

Kappingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum:

4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri

 Eftir innleiðandi kappingar, verður finaluumfarið í Tórshavn.

Les meira »

Reykjavík Open 2010: Heini Olsen sigur frá (2. partur)

 

 

Í øðrum umfari skuldi eg hava hvíta fólkið móti unga íslendinginum Daða Ómarssyni. Tó at hann dagin fyri hevði leikt javnt móti sterka svianum Niels Grandelius, so var kravið ein sigur.

 

Eg kundi staðfesta, at íslendinginum dámdi væl hvøssu høvuðsfrábrigdini í kongaindiskum, og tí fyrireikaði eg eitt varið frábrigdi – ætlanin var at fáa unga mótstøðumannin úr síni fyrireiking skjótast gjørligt. 

Les meira »

GRAND PRIX FINALA ÚTSETT

tsf logo

Grand Prix Finalan 2009/10, sum sambært skránni er ásett at verða telvað leygardagin 10. apríl, er fyribils útsett. Nærri verður lýst seinni. 

Les meira »

Olaf Berg – Føroyameistari í talvi 2010 !

 

Stórtalentið, 23 ára gamli Olaf Berg, úr Tórshavn, vísti av álvara FM-format í endaspurtinum og varð – tá samanumkom – greiður vinnari, tá seinastu leikirnir vóru fluttir í FM í talvi fyri einstaklingar á Giljanesi leygardag seinnapart.

Les meira »

FM-gullið hvarv – hómast í Havn !

 

Terji Petersen má ivaleyst ásanna, at FM-heitið smýgur sær millum fingrarnar, eftir enn eitt tap í næstseinasta umfarinum í FM í talvi á Giljanesi.

Samstundis hevur Olaf Berg beina kós ímóti fyrsta FM-gullinum nakrantíð.

Her kom av álvara vend í.

Les meira »

Terji snávaði. Olaf vann toppdystin !

 

Kravið var ein sigur til Olaf Berg í toppdystinum ímóti Terja Petersen, Skírisdag, í 7. umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi. Onki annað kundi nýtast í oddastríðnum um FM-heitið. Og tað eydnaðist. Eftir 12 leikir valdi Olaf at lata frúnna fyri riddara og rók. Sálarliga vísti tað seg vera rætta valið, men ivaleyst verður kannað dúliga, um hetta yvirhøvur kann vera rætt telvað. Terji misti líkasum stevið eftir átakið frá Olafi, men tá samanumkom restaði í veruleikanum ikki nógv í, at í minsta lagi javnleikur kom til høldar. Ein satt oddabrak !

Les meira »

Terji heldur tørn: Lagnutalv Skírisdag !

 

Terji Petersen, úr Klaksvík, vardi leiðsluna uppá 1½ stig í Landsliðsbólkinum í 6. umfari í FM í talvi fyri einstaklingar, sum verður telvað á Giljanesi. Eftir sera drúgvt talv ímóti Torkil Nielsen seinnapartin, eydnaðist, við tógvið stríð, at hála sigurin heim. Ein sannur arbeiðssigur á fyrrverandi FM-vinnaranum úr Sandavági og enn eitt týðandi fet ímóti at enda ovastur, tá seinasti leikur er fluttur leygardagin.

Les meira »