Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla. Áhugavert 1. umfar, við fitt av mannfólkatelving! Finnbjørn slapp umsíður leysur við riddaranum og groundaði stigið heim. Eyðun og Martin droppaðu krígsmalingina, CENS man hava roknað væl uppá linjur og diagonalar, áðrenn mátnetið kom í hús, Ólavur hevur heilt víst havt marruna av 52. Re1 í nátt(!). Uttan silikonvinmannin dugi eg ikki at siga, um talvið annars var javnt?! Hans Kristinan broderaði í og so nógv rundan um hasa d-finnuna, sum eisni vísti seg at avgera talvið. Olaf, Høgni, Finnbjørn og Carl Eli vóru kaldir í hesum altíð nervøsa 1. umfari. Spurningurin er um Hans Kristian, Herluf, Hanus og serliga Ólavur klára at mobilisera 100% til næsta umfar, meðan Eyðun og Martin munnu hava havt tankarnar onkra aðrastaðni) Hvat siga aðrir viðmerkjarar? {jcomments on}
Les meira »