Reglur um ferðasteyp Er ferðasteyp í eini einstaklinga- ella liðkapping, gerst tað ogn: Um sami telvari ella sama felag vinnur trý ár á rað Um sami telvari ella sama felag vinnur fimm ferðir íalt innanfyri tíggju ár Hjá tí telvara/felag, sum hevur flestar sigrar, tá tíggjur ár eru umliðin; stendur á jøvnum millum tveir/tvey ella fleiri, verður avgerandi dystur telvaður millum viðkomandi.
Les meira »Dómarin í liðkappingini
Reglur fyri dómaran í liðkappingini §1 Dómarin skal ansa eftir, at dysturin verður telvaður sambært galdani reglum hjá TSF eins og hann skal syrgja fyri, at reglugerð TSF er til staðar í talvhølinum, meðan telvað verður. §2 Áðrenn dysturin byrjar, skal hann kanna eftir: at talvfólkið er sett rætt upp og at talvklokkur eru í lagi. at telvararnir á liðnum eru settir í samsvar við styrkilistan hjá felagnum at talvborðini eru sett soleiðis, at leikararnir ikki órógva hvønn annan ella verða órógvaðir av áskoðarum, og at friður er í talvhølinum. §3 Dómarin skal seta klokkurnar í gongd til ásetta tíð. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um ikki allir telvaranir eru møttir. §4 Dómarin skal senda ein fullfíggjaðan dómaraseðil og avrit av øllum talvunum til kappingarleiðaran í seinasta lagi 3 ( tríggjar ) dagar eftir, at talvdysturin er telvaður. Dómaraseðilin skal vera undirskrivaður av báðum liðformonnunum og dómaranum. §5 Dómarin skal …
Les meira »Almennar reglur
Almennar reglur §1 Almennar kappingarreglur. Er ikki annað ásett í kappingarreglunum ella innbjóðing fyri ávísa kapping, eru altíð FIDE reglurnar galdandi. Er ivamál um, hvussu FIDE-reglurnar skulu skiljast, er enska útgávan galdandi. Øll kappingarhølir skulu vera roykfrí. Fyrireikarar kunnu hava serlig hølir fyri roykjarar. §2 Allýsing av føroyingum, útisetum og útlendingum. Undir heitið føroyingur er eisini útlendingur, sum hevur fastan bústað í Føroyum og hevur havt hann í tvey ár. Útiseti er føroyingur, sum er burturstaddur í eina tíð í lestrar ella líknandi ørindum.
Les meira »Úrslit og støður
Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.
Les meira »Liðkappingin – úrslit
GP 1, snartalv – úrslit
15 telvarar vóru við í fyrstu Grand Prix kappingini, sum varð telvað ídag. Av teimum 15 vóru bert 5, ið høvdu undir 1900 í rating, so kappingin var sera sterk.
Men tá ið tað kemur til snartalv, er helst eingin ivi um hvør er fremstur innan akkurát hettar økið. Enn eina ferð staðfesti Helgi Dam Ziska, at hann er øgiligur í snartalvi. Helgi vann kappingina við 8 av 9 møguligum - onki tap. Nr. 2 gjørdist John Rødgaard við 7 stigum og Finnbjørn Vang varð nr. 3 við 6,5 stigi.
Les meira »
Nýggj nevnd skipað
Nevnd TSF er skipað
Í framhaldi av aðalfundinum hjá Talvsambandi Føroya 15. oktober 2010, skipaði nevndin seg av nýggjum.
Les meira »
FM-ung einstaklingar í Vestmanna
"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2011 - sum hesuferð verður telvað í Norra í februar mánað 2011.
Innbjóðing til GP 1, snartalv kl. 11.00
Tær vælumtóktu Grand Prix kappingarnar – sum eru 10 í tali – byrja nú aftur, og lagt verður til brots við einari snartalvskapping. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags leygardagin 23. oktober kl. 11.00. Kostnaður 100 kr. Tilmelding á snarbjorn@hotmail.com ella 22 14 22, seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 21.00. Talvsamband Føroya
Les meira »Lógir og reglar hjá Talvsambandi Føroya
Lógir og reglar hjá Talvsambandi Føroya Lógir fyri Talvsamband Føroya Almennar reglar Liðkappingin Dómarin í liðkappingini FM einstaklingakappingin FM fyri børn og ung Ungdómsnevnd undir TSF Úttøka av føroyskum umboðum í altjóða kappingum Leiðbeining um rating Rating Ferðasteyp Hugaítróttur Føroya TSF Grand Prix Kapping 2012/13
Les meira »