Silas liggur á einum deildum 1. plássi eftir enn ein sigur!
Rógvi og Hjalti eru komnir á stigatalvuna eftir at teir telvadu javnt.
Somuleidis er Karl M. komin á stigatalvuna eftir at hann vann á Pæturi.
Les meira »
Silas liggur á einum deildum 1. plássi eftir enn ein sigur!
Rógvi og Hjalti eru komnir á stigatalvuna eftir at teir telvadu javnt.
Somuleidis er Karl M. komin á stigatalvuna eftir at hann vann á Pæturi.
Les meira »
Eftir at 1. umfar er farið afturum, hava føroyingarnir fingið 2 stig í skjáttuna.
Í bólki C vann Høgni E. Nielsen móti Sjúrða Olsen. Í bólki D fekk Silas Eyðsteinsson javnt móti Dmitri Tumanov (1821), og í bólki E telvaði Janus Skaale javnt móti Kamras Awat (1155). Teir báðir síðstnevndu kundu við eitt sindur av hepni hálað sigurin heim!
Les meira »
Føroysku unglingarnir ið skulu luttaka í NM fyri skúlaungdóm í vikuskiftinum, eru komnir fram í øllum góðum.Liðleiðari er Ingolf Gaard og eisini eru 3 talváhugaðir pápar við. Telvararnir skulu í eldin í morginárini kl. 11.00.Ikki er greitt enn, hvussu paringin sær út, men tað verður helst uppdaterað á heimasíðuni hjá norsku fyrireikarunum:http://www.sjakkselskapet.no/nordisk-for-ungdom-2011 Luttakararnir úr Føroyum eru: Bólkur A: Rógvi E. Nielsen 2115/2134 og Hjalti T. Jógvansson 1895/1890 Bólkur B: Pætur Poulsen 1247 og Karl M. Dahl 1228 Bólkur C: Høgni E. Nielsen 1943/1927 og Sjúrður Olsen 1419 Bólkur D: Silas Eyðsteinsson 1315 og Eli W. Finnson 1158 Bólkur E: Janus Skaale 1123 og Leif R. Fjallheim 1000 Skráin fyri dagarnar: 1. umfar fríggjadagur 18. kl. 11.00 – 16.002. umfar fríggjadagur 18. kl. 17.30 – 22.303. umfar leygardagur 19. kl. 09.00 – 14.004. umfar leygardagur 19. kl. 15.30 – 20.305. umfar sunnudagur 20. kl. 09.00 – 14.006. umfar sunnudagur 20. kl. …
Les meira »
Seinasta umfar í unglingadeildini varð telvað mikukvøldið.
Oddaliðið úr Sandavági og Havnin á øðrum plássi møttust í síðsta umfari, meðan Klaksvíkin áðrenn dystin móti HT2, hevði tryggjað sær bronsuna.
Les meira »
7, umfar í liðkappingini verður telvað sunnudagin 13.02.2011, og ikki sum stóð í gomlu skránni, tann 20.02.2011. Hetta er vegna NM fyri skúlaungdóm, ið verður í Norra 18.-20. februar. 8. umfar í liðkappingini verður telvað 27.02.2011. Sí Talvkalendarin á vinstra bredda.
Les meira »Kappingin hevur navnið Rilton, eftir Tore Rilton (1904-1983), ið var ein av eldsálinum aftan fyri kappingina. Tore Rilton hevur havt ein stóran týdning fyri menningina av kappingini. Hann var tann, í hjálpti til fíggjarliga, og hann telvaði eisini við, í onkraði Rilton kapping.
Les meira »
Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri Kjølur Open í vikuskiftinum. KJØLUR OPEN
26 telvarir møttu upp í Ósáskúlanum fríggjakvøldið til fyrsta umfar, og hildu á til sunnudagin.
Kappingin var sera spennandi og jøvn. Ratingfavorittarnir lógu fremstir tað mesta av kappingini, men óvæntaði úrslit stungu seg upp allatíðina.
Av teimum kunnu nevnast: Javnleikurin hjá Silas 1315 móti Tummas M. 1857, Janus 1123 vann á Sigurð 1325, Eli 1158 vann á Jákup F. 1608 og sigrarnir hjá Hjalta 1895 á Finnbjørn 2050 og Herluf 2014.
7. umfar í liðkappingini verður telvað 13. februar. Orsøkin er NM fyri skúlaungdóm, sum verður telvað vikuskiftið 18 – 20 februar.
Les meira »Rókur Open 2011 varð hetta vikuskiftið telvað í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag. 22 mans vóru til dystin fús, og eftir fyrstu umførini gekk alt sum ætlað hjá teimum við høgum styrkitølum. Tó megnaði Karl Marius Dahl 1228 úr Kollafirði, at telva javnt móti meira roynda Margari Berg 1705 úr HT.
Les meira »