FM 2011: Skrá

Vestmanna Talvfelag skipar í døgunum 16 apríl til og við 23 apríl 2011, fyri FM kappingingin fyri einstaklingar. Kappast verður í landsliðsbólkinum, almennum bólki, unglingar og so verður eisini ein eldra bólkur. Kappingin Kappingin fer fram í aulini í Vestmanna Skúla í døgunum frá 16 apríl til og við 23 apríl. Landsliðsbólkurin, og almennur bólkur telva soleiðis: Leygardagin    16.04     kl. 14.00 Sunnudagin    17.04      kl. 14.00 Mánadagur     18.04     kl. 10.00 Mánadagur     18.04     kl. 16.00 Týsdagur        19.04     kl. 14.00 Mikudagur       20.04.    kl. 14.00 Hósdagur        21.04     kl. 14.00 Fríggjadagur   22.04     kl.  14.00 Leygardagur  23.04      kl.  10.00 Unglingar telva soleiðis: Leygardagin    16.04     kl. 14.00 Sunnudagin    17.04      Frí (konfirmatión) Mánadagur     18.04     kl. 10.00 Mánadagur     18.04     kl. 16.00 Týsdagur        19.04     kl. 10.00 Týsdagur        19.04     kl. 14.00 Mikudagur       20.04.    kl. 10.00 Mikudagur       20.04    kl.  14.00 Hósdagur        21.04     kl. 14.00 Fríggjadagur   22.04     kl.  14.00 Leygardagur  23.04      kl.  10.00   Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 …

Les meira »

Sára vann NM bronsu

Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, vísti enn einaferð NM-styrki, tá hon í vikuskiftinum vann NM-bronsu í talvi fyri gentur, sum varð telvað í Jetsmark í Danmark í vikuskiftinum.  Umframt Sáru, sum vann bronsuna í U16 bólkinum, luttók eisini evnaríka Hanna Jacobsen, úr Kollafirði, í U13 bólkinum.  Sára sýntist sera trupul at knógva sum kappingin leið, men eftir tap í 4. umfarinum, varð avgerandi neyðugt við sigri í 5. og seinasta umfarinum. Tað megnaði 15 ára gamla havnargentan.  Hanna sýndi somuleiðis góð talvevnir í kappingini, sum tó ikki rakk til heiðursmerki hesuferð. Lítið er tó at ivast í, at 11 ára gamla Kollfjarðagentan, kemur sterkt aftur. Talvsambandið sendir á hvørjum ári evnaríkar gentur til NM-kappingina.  Kelda: Jógvan Joensen, Sosialurin

Les meira »

NM fyri gentur

Norðurlandameistaraheitið i telving fyri gentur, verður telvað i Danmark hetta vikuskiftið. Sara T. Olsen HT og Hanna Jacobsen KT umboða Föroyar i kappingini i avikavist B- og C-bolkinum.   Eftir 3 umför hevur Sara fingið 2 stig, medan Hanna hevur 1 stig. Sunnudagin 10.04 bliva seinastu umförini telvaði, 4 umfar um morgunin og 5. (seinasta umfar) seinnapartin. Fylgjast kann við kappingini a: http://jetsmarkskakklub.dk/skoleskak/pige-nm-2011/

Les meira »

Hugaítróttur Føroya

Viðtøkur fyri Hugaítrótt Føroya §1 Hugaítrótt Føroya er ein samskipan av sambondum og felagsskapum, sum íðka skipaðan hugaítrótt undir kappingarligum treytum. Limir í Hugaítrótti Føroya eru Talvsamband Føroya og Føroya Bridgesamband.   §2 Felagið kann taka upp nýggjar limir, sum lúka treytirnar fyri upptøku, ið eru at – vera landsfevnandi samband ella felagskapur smb. §1, stk. 1 – hava altjóða, evropeiskt ella norðurlendskt samstarv við líkandi feløg – hava siðvenju og søguligt tilknýti til hugaítrótt. §3 Felagið hevur heimstað hjá formanni felagsins. §4 Hugaítrótt Føroya hevur til endamáls at røkja felags áhugamál hjá limafeløgunum. §5 Limafeløgini hava til uppgávu at skipa fyri og fremja egnar kappingar og at hava eftirlit við egnum kappingum, landsdystum o. t. §6 Hugaítrótt Føroya verður stýrd av eini nevnd, sum er hægsti myndugleiki felagsins. Nevndin verður mannað við 5 nevndarlimum. Talvsamband Føroya velur 2 nevndarlimir og Føroya Bridgesamband 2 nevndarlimir. Hesir 4 nevndarlimir velja – …

Les meira »

Føroyski ratinglistin, 09.04.2011

Ratinglistin 09.04.2011   Nr.   Navn Felag Rating Munur 1 IM Helgi D. Ziska HT 2442 23 2 IM John Arni Nilssen KTF 2394   3 IM John Rødgaard VT 2339 0 4   Jóan Hendrik Andreasen HT 2296   5   Olaf Berg ST 2266   6 FM Flóvin þór Næs HT 2251   7   Martin Poulsen HT 2221   8 FM Carl Eli N. Samuelsen ST 2219   9   Ólavur Simonsen KTF 2217   10   Rógvi W. Rasmussen TFS 2217   11   Eyðun Nolsøe KTF 2193   12   Heini Danielsen SF 2160   13   Bogi Ziska HT 2150   14   Sjúrður Thorsteinsson VT 2150   15   Torbjørn Thomsen Skopun 2136   16   Jens Christian Hansen TT 2121   17   Hans Kristian Simonsen HT 2110   18   Rógvi E. Nielsen ST 2101   19   Steintór Rasmussen KTF 2068 …

Les meira »

Rating

Reglur fyri Rating Útrokning av ratingtølum í Føroyum gongur í høvuðsheitum eftir somu reglum, sum tær donsku ratingreglurnar siga. Tó er hetta undantak: Í grein 4.5.2.2 um bonus eru virðini fyri at fáa bonus broytt soleiðis: Upp til 5 talv B = W – We – 1,0 6 – 7 talv B = W – We – 1,5 8 – 9 talv B = W – We – 2,0 10 – 11 talv B = W – We – 2,5 o.s.fr.   Hetta varð samtykt á aðalfundi á heysti í 1997 at koma í gildi 1. januar 1998.

Les meira »

FM fyri børn og ung

Reglur fyri FM fyri børn og ung §1 – Luttakarar Øll kunnu vera við bæði gentur og dreingir, sum ikki fylla meir enn 20 ár sama ár, kappingin er, sjálvt um tey ikki eru limir í nøkrum felag ella í TSF.   §2 – Hvar Kappingin verður skipað av einum felag í TSF. TSF avger, hvat felag skal hava kappingina, sum so hevur ábyrgdina av henni, íroknað hølum kappingarleiðarum, útgerð, vinningum, umtalu í fjølmiðlum o.ø.   §3 – Kappingarleiðari Kappingarleiðararnir hava ábyrgdina av sjálvari kappingini, og at hon fer fram eftir ásettu reglunum.   §4 – Bólkar Telvararnir verða býttir í hóskandi aldursbólkarbólkar, sum brúkt verður í altjóða kappingum.

Les meira »

FM einstaklingakappingin

Reglur fyri FM einstaklingakappingina §1 – Vanligar treytir Kappingin verður skipað undir hesum nevndum og leiðara: Nevnd Talvsambandsins Fyrireikandi felag Kappingarleiðara §2 – Fyrireikarar av einstaklingakapping Fyrireikandi felag leggur øll viðurskifti í sambandi við kappingina til rættis og skal harumframt syrgja fyri: at ein ella fleiri kappingarleiðarar verða settir at ein trímannað kappingarnevnd verður vald at bólkasundurbýti og lutakast fara fram eftir reglunum í innbjóðingini §3 – Kappingarleiðari Kappingarleiðarin (hereftir kallaður “KL”) verður settur av fyrireikandi felagnum smb. §5. KL leiðir kappingina, meðan hon fer fram. Trætumál skal KL avgera eftir galdandi kappingarreglum. Innan 7 dagar eftir seinasta leikumfar, skal KL hava sent ratingnevdini eitt útfylt frágreiðingarblað um kappingina. KL kann ikki sjálvur luttaka í kappingini. §4 – Kappingarnevndin Kappingarnevnin (hereftir kallað “KN”) verður sett av fyrireikandi felagnum. KN avger øll mál, ið verða skotin inn fyri nevndina og mál, sum KL ikki sjálvur kann avgreiða. Vísur telvari ósømiligan atburð …

Les meira »