NM byrjað

Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri unglingar er byrjað, og hevur føroyska ferðalagið lagt varisliga út. Sum vant verða tvey talv telvaði um dagin, og í dag komu 2 stig til høldar.

Les meira »

Eftirmeting eftir talv-OL

Føroyska landsliðið dumpaði á talvolympiaduni í India. Tað hevur líkasum ligið á ljóði hesar dagarnar, eftir at kappingin endaði fyri knappari viku síðani, og niðurstøðan fær vælsaktans valla verið øðrvísi. Sjáldan hava vónirnar verið so góðar sum hesaferð, sjáldan hava vit havt so gott lið sum hesaferð - miðalstyrkitalið táttaði í 2400. Av tí sama vóru Føroyar styrkismettar nummar 60 av 188 liðum. Tað er í sjálvum sær stórbært, og nakað at fegnast um hjá okkum føroyingum, sum eru so fámentir sammett við flest øll hini stóru londini.  

Les meira »

Vónbrot í Chennai

Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India í dag. Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkital á øllum fýra borðum móti Uganda, men ongum eydnaðist at vinna. 

Les meira »

Uganda í morgin

Talvolympiadan í India endar í morgin. Seinasta umfar er altíð serliga spennandi. Úrslitið í síðsta dystinum er avgerandi fyri endaliga úrslitið. Føroyar møta Uganda í ellinta og seinasta umfari í morgin. Bæði liðini hava 10 stig eftir tíggju umfør. Føroyar eru styrkismettar ovari; vit nummar 60 og Uganda nummar 90. Men samsvar hevur ikki altíð verið millum styrkismeting og úrslit í OL-kappingini í Chennai. Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Malta, og hava otað seg av 105. plássi fram á 94. pláss í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Vit hava vunnið fýra dystir, tapt fýra, og spælt tveir javnar.

Les meira »

Uppreisn og stórsigur

So bragdaði aftur hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India.  Í tíggjunda og næstsíðsta umfari í dag vunnu Føroyar heili 3½-½ á Malta. Sigurin var ógvuliga kærkomin eftir heldur slakan byr í seinastu dystunum. 

Les meira »

Naggatódn í India

Vit hava í løtuni mótrák á talvolympiaduni í Chennai. Dysturin móti Oman í níggjunda umfari í dag endaði javnur 2-2.  Men henda dystin áttu Føroyar at vunnið.

Les meira »

Oman til Oman

Soleiðis kallaði Sonne Smith eina útvarpssending, tá ið hann einaferð hevði vitjað og hildið jól hjá einum beiggja sínum, ið starvaðist í sultánveldinum við Persaflógvan. Vit kunnu siga, at føroyska talvlandsliðið er farið longu leiðina oman til India at telva móti Oman. Vit hava ongantíð telvað móti Oman fyrr. Teir mundu hava sín olympiska talvdóp norðuri í Tromsø í 2014, og hava tí ikki stórar altjóða royndir í talvi. 

Les meira »

Føroyar dragna

Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India. Føroyar taptu í áttanda umfari í dag 2½-1½ fyri Zimbabwe.  Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og Zimbabwe nummar 94. Føroysku telvararnir høvdu væl hægri rating á øllum borðum í dag, kortini eydnaðist ongum at vinna.

Les meira »

Helgi og Høgni remis

Føroyar fingu eitt stig móti Argentina á talvolympiaduni í India í dag. Bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu javnt á ovaru borðunum móti sterkastu telvarunum hjá Argentina. 

Les meira »

Føroyar møta Argentina

Tað verður aftur sera sterk mótstøða á talvolympiaduni í India í dag. Vit møta Argentina, sum er styrkismett nummar 30 av teimum 188 liðunum.

Les meira »