Komandi sunnudag, 7. apríl, verður kviktalvkapping fyri børn í Skótahúsunum í Klaksvík (Gerðagøta 11). Talan er um seinastu kapping út av 10 av hesum slag, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Klaksvík byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða telvað í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek
Les meira »Úrslit og myndir frá BGP8 og 9
10. mars og 17. mars vóru 2 Barna Grand Prix kappingar, BGP8 og 9, ávikavíst í Vestmanna og Havn. Hettar vóru trið- og næstseinastu barnatalvkappingarnar í ár. Tann seinasta Barna Grand Prix kappingin og finalan verður komandi sunnudag í skótahúsunum í Klaksvík. Sí innbjóðing her.
Les meira »Luitjen er føroyameistari
Fyri fyrstu ferð síðani 2013 eitur føroyameistarin í talvi annað enn Høgni, Rógvi ella Helgi. Nú eitur føroyameistarin - júst sum miðskeiðis í 70-unum - Luitjen Apol. Men nú er tað ein annar Luitjen. 18 ára gamli abbasonur gamla føroyameistaran - sonur Katrina og Aksel V. Johannesen - ber nú arvin víðari.
Les meira »Hálvleikur í umdysti – Luitjen á odda
Teir eru komnir hálvan veg í FM-umdystinum í kviktalvi á Giljanesi. Allir tríggir hava nú telvað eina ferð hvør móti øðrum. Nú taka teir eitt tørn aftrat við øvugtum litum.
Les meira »Rimmar FM-umdystur
Tríggir endaðu javnir í Landsliðsbólkinum, tá árliga FM-kappingin í talvi var liðug í gjár. Neyðugt verður tí við umdysti í dag millum teir tríggjar. Tað áseta reglurnar. Tað er bara komið fyri tvær ferðir, at tríggir eru endaðir í einum FM-umdysti í talvi. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi, og byrjað verður klokkan 14.00.
Les meira »Umdystur í morgin
Tað var stórt drama á síðsta leikdegi í FM-kappingini í talvi í dag. Endin var, at tríggir gjørdust javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum, og teir fara í morgin at telva umdyst um FM-heitið. Tað vera brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum fara undir avgerandi FM-tríumdyst í morgin leygardagin.
Les meira »Umdystur í FM í talvi
FM í talvi hevur verið telvað seinasta vikuna. Eftir 7. og seinasta umfar endaðu Luitjen A. Apol, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen javnir við 5,5 stigum hvør, og tí skal umdystur til, fyri at finna føroyameistaran 2024. Umdystur verður telvaður í skúlanum á Giljanesi klokkan 14. leygardagin 30. marts. Umdysturin verður skipaður soleiðis, at allir telva móti hvørjum øðrum bæði við hvítum og svørtum. T.v.s. 6 talv tilsamans. Telvað verður við tíðini 15 minuttir + 10 sekund fyri hvønn leik.Um framvegis stendur á jøvnum, verður telvað við tíðini 3 minuttir + 2 sekund. Fylgjast kann við beinleiðis her: https://live.faroechess.com
Les meira »Stóri FM-talvkongurin
Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so.
Les meira »Høgni á FM-kós
Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.
Les meira »Avgerandi FM-talv í dag
Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.
Les meira »