Orð at enda

Rødgaard, hevur í kvøld sent eina frásøgn úr Budapest frá dagsins dysti móti Kekkia, umframt eina heildarniðurløgu um føroyska avrikið á hesari talvolympiaduni, sum nú er av.

Les meira »

Besta OL-úrslit hjá Føroyum

So er talvolympiadan í Ungarn av. Føroyar fingu sítt besta úrslit nakrantíð. Vit endaðu nummar 52 av teimum 188 londunum, ið við vóru.  Vit vóru frammanfyri Danmark, Ísland og Finnland - og nógv onnur lond.

Les meira »

Telva fyri besta OL-úrslitinum

Føroyar eru flúgvandi á talvolympiaduni í Ungarn. Í gjár vunnu vit 2½ - 1½ á Avstralia, sum er styrkismett væl ovari enn Føroyar. Eitt einastandandi úrslit - helst ein av bestu einstøku dystum hjá Føroyum á nakrari talvolympiadu.

Les meira »

Vunnu á Luksemburg

Tað bleiv ein góður dagur hjá føroysku telvarunum í Budapest í gjár. Fyrst tryggjaði Høgni Egilstoft Nielsen sær sín triðja IM-norm, sum fer at vissa honum heitið sum altjóða meistari (IM). Og í øðrum lagi vunnu Føroyar dystin á Luksemburg. Remis á trimum borðum, og so vann Rógvi avgerandi talvið og harvið dystin.

Les meira »

2 – 2 móti Sveis

Føroyar fingu frálíkt úrslit á talvolympiaduni í Budapest í kvøld. Javnleikur móti Sveis - mannað við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara, og við miðalstyrkitali omanfyri 2500 - fær illa verið annað enn sera gott úrslit.

Les meira »

Vunnu á Suðurkorea

Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½ - 1½ á Suðurkorea á talvolympiaduni í Ungarn. Roknað var við einum jøvnum og spennandi dysti, og so var. Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu við hvíta fólkinum, og John Rødgaard telvaði javnt á triðja borði. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska tapti við svarta fólkinum á 1 borði.

Les meira »