Havnin á odda

Nú komið er hálva leið í fremstu deildini í føroysku landskappingini í talvi, er háspenningur í luftini. Støðan er næstan meinlík endastøðuni í fjør, tí bara eitt stig er á muni millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Tvinnanda leikumfør vórðu avgreidd í øllum deildum í Havn í gjár. Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag varðveitti tepru leiðsluna, sum tað hevði fyri tey bæði umførini í gjár. 

Les meira »

Tvíumfar í talvi leygardagin

Nógvir leikir verða fluttir leygardagin. Tvinnanda umfør eru á skránni í øllum deildum í landskappingini fyri lið. Allir dystir vera í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Byrjað verður klokkan tíggju á morgni við fjórða umfari. Klokkan fýra verður farið undir fimta umfar.

Les meira »

Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 21. januar

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 21. januar kl. 14 í Gula skúla (Tórshavn). Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum: • 2 flokkur og yngri • 3 og 4 flokk • 5 og 6 flokk • 7 og 8 flokk • 9 flokk og 10 flokk

Les meira »

ST-Open 2018

Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.

Les meira »

Helgi aftur snarmeistari

Helgi Dam Ziska vann í dag FM-heitið í snartalvi fyri trettandu ferð. Helgi hevur vunnið kappingina hvørt ár í eitt koyr síðan hann vann sítt fyrsta FM-heiti í 2004 sum 13 ára gamal – undantikið er árið 2012, tá ið hann ikki luttók.

Les meira »

FM í snartalv

Føroyameistaraheitið í snartalv verður leygardagin 30. Desembur kl 14.00. Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik. Virðislønir eru til 1 – 3 umframt ratingvirðislønir. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðani sudden death. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión. Telvað verður í Havnar Telvingarfelag (R. C. Effersøesgøta). Luttøkugjald: 100 kr. fyri vaksin, unglingar 50 kr. Verður goldið á staðnum. Vinarliga møt í góðari tíð, kappingin byrjar kl. 14! Tilmelding i seinasta lagi fríggjadagin 29 des. kl. 18.00 á: faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 14 22, navn + rating og føðidato. Havnar Telvingarfelag

Les meira »

Streymur-Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum hjá TSF, har øll eru vælkomin at luttaka. Bæði roynd og óroynd. Undir kappingini verður møguligt at keypa nýggju bókina “Í framlopi”, sum er um leiðina hjá Helga Dam Ziska til stórmeistaraheitið.

Les meira »

Bók um okkara stórmeistara

Forlagið Sprotin gevur í hesum døgum út bók um Helga Dam Ziska. Suni Merkistein hevur skrivað bókina í samstarvi við Helga sjálvan. Helgi hevur sett viðmerkingar til fleiri av týdningarmestu talvunum í tíðarskeiðnum frá 2003 til 2016, og lýsir sjálvur fleiri av avgerandi løtunum í stremban síni at gerast stórmeistari. Vinfólk, telvarar og onnur hava skrivað vangamynd av Helga. Eisini eru nógvar myndir at síggja. Bókin er 225 síður til longdar og kostar 348 kr. í bókabúðunum. Á heimasíðu Sprotans stendur so um nýggju bókina: Helgi Dam Ziska – leiðin til stórmeistaraheitið 12. september í 2016 fingu Føroyar fyrsta stórmeistaran í talvi. Til fyri fáum árum síðani var tað ein fjarur tanki. Talan er um veruligt frambrot í føroyskari telving – og í øllum føroyskum framburðsstrevi fyri alt tað. Helgi hevur ikki havt annan sterkan telvara ella venjara her á landi at styðja seg til, men er farin einsamallur eftir illgongdari gøtu fram …

Les meira »