NM: 5½ stig í dag

Dagurin í dag hilnaðist okkara telvarum eitt sindur betri enn í gjár. Meðan stigini í gjár vóru 3½ íalt, gjørdust tey í dag 5½, og tað vóru serliga teir yngru telvarirnir, ið fingu stig.

Les meira »

NM: Lakur fyrsti dagur

Okkara ungu telvarir hava í dag telvað tvey tey fyrstu umførini, av seks, í kappingini fyri norðurlendskan skúlaungdóm.

Les meira »

Talvsamband Føroya 50 ár

Hálv øld er nú liðin síðan menn komu saman at stovna eitt meginfelag fyri føroyska telving. Talvsamband Føroya var stovnað á fundi í Havn 14. februar í 1970. Talan er óivað um elsta sersamband innan kappingarítrótt í Føroyum.

Les meira »

NM í talvi byrjar í morgin

Árliga norðurlandameistarakappingin í talvi fyri børn og ung verður hildin um vikuskiftið. Danir eru vertir fyri kappingini hesa ferð, og telvað verður í Fredericia. Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar við telvarum upp til 20 ár, og Norðurlondini hava tvey umboð í hvørjum bólki.

Les meira »

Luitjen vinnari av Kjølur Open 2020

18 telvarar luttóku í Kjølur Open, sum varð telvað í vikuskiftinum. Vinnari av kappingini bleiv unga stjørnuskotið í føroyskari telving, Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag.

Les meira »

Vágamenn økja

Tumma fyri tumma økja sandavágsmenn um leiðsluna í kappingini við havnarmenn í landskappingini í talvi. Í dag otaðu vágamenn seg uppaftur hálvt stig aftrat frá fremsta avbjóðaranum, soleiðis at teir nú eru tvey stig undan í oddanum.

Les meira »

7. umfar í dag

Landskappingin í talvi er byrjað aftur í nýggja árinum. Fyrsta umfar í seinnu hálvu er farið afturum, og í dag verða leikirnir fluttir í sjeynda umfari í øllum deildum.  

Les meira »

Kjølur-Open 2020

Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 07.-09. februar 2020. Telvað verður í frítíðarskúlanum Snjallabjalla. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.

Les meira »