OL: IM normur til Olaf Berg

ol im olaf

Einastandandi góða avrikið hjá føroyameistaranum, Olaf Berg, á Talvolympiaduni í Russlandi, inniber ein IM – norm.

Hetta varð staðfest við javnleikinum í móti stórmeistaranum, GM Jose Garcia Gonzalez (2543), úr Meksiko.

Les meira »

OL: Vardu skansan

ol endi 2010

Føroyska talv-landsliðið hevði av álvara ryggin ímóti vegginum í 11. og seinasta umfarinum í OL í Sibiria í Russlandi.Hóast seedaðir heili 47 pláss lægri, bardu føroyingarnir seg til janvleik ímóti Meksiko, sum er styrkimett nr. 36 í heiminum. Í útgangsstøðinum, ein ómøgulig uppgáva.

Les meira »

OL: Enn ein javnleikur

ol fo arab

Mexico - Føroyar: LIVE, kl. 06.00, sunnumorgun.

Talv-landsliðið fekk javnt 2-2 ímóti Sameindu Arabisku Emiratunum, í 10. umfari í Talvolympiaduni í Sibiria í Russlandi.

Les meira »

OL: Olaf koppaði Ekvador

ol ekvador froyar

 

Føroyar - Albania: LIVE, mikudag, kl. 10.00

Talv-landsliðið vann frálíkan 2½-1½ sigur á Ekvador í 7. umfari í OL í Sibirien í Russlandi.Ekvador var favorittur at vinna uppgerðina, nú teir vóru styrkimettir 18 pláss hægri enn Føroyar.

Les meira »

OL: Máttu lúta fyri Usbekistan

ol fjld 2010

Ecoador - Føroyar, LIVE kl. 10.00, týsdagin.

Talvlandsliðið tapti 3-1 fyri Usbekistan í 6. umfari í OL í Russlandi. Usbekistan vóru favorittar at vinna uppgerðina, nú teir eru seedaðir nr. 33, meðan Føroyar er seedað nr. 83. (0-1) IM Helgi Dam Ziska (2439) – GM Rustam Kasimdzanhov (2685)
(0-1) IM John Rødgaard (2352) – GM Anton Filippov (2609)
(½-½) Olaf Berg (2274) – GM Alexei Barsov (2509)

Les meira »

OL: Góður sigur á Uganda

cimg2998 1600x1200

Føroyska liðið telvaði móti Uganda ídag, sum er styrkismett nr. 126. Sjálvt um Uganda ikki hevur fleiri sterkar rataðar telvarar, vístu undanfarnu úrslitini og talvini, at liðið ikki mátti undirmetast.

Les meira »

OL: Stórsigur á Libanon

ol fo-libanon 2010

Uganda - Føroyar: LIVE - leygarmorgun, kl. 10.00.

Føroyska talvlandsliðið vann sannførandi 3½-½ á Libanon í 4. umfari á Talvolympiaduni í Russlandi.Í kappingarskipanini hava Føroyar eitt vet betri seeding enn Libanon, sum er seedað nr. 98, meðan Føroyar er seedað nr. 83, men uppleggið til eina javna orrustu kom als ikki til sjóndar.

Les meira »