Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open: Nikita Maiorov sigraði
RO2017_9 (14)

Runavík Open: Nikita Maiorov sigraði

32 ára gamli stórmeistarin Nikita Maiorov úr Hvítarusslandi vann sannførandi aðru altjóða almennu talvkappingina í Runavík, sum endaði í dag. Javnleikur í dag móti russiska spaniólanum Oleg Korneev tryggjaði Maiorov sigurin í Runavík Open 2017.

Maiorov endaði einsamallur á odda við 7½ stigi fyri níggju umfør – eitt heilt stig frammanfyri fýra aðrar, sum gjørdust javnir á øðrum plássi. Maiorov var ósigraður í Runavík; vann seks talv og telvaði trý jøvn. Maiorov gongur tjúgu ratingstig fram eftir góða úrslitið í Føroyum, og vinnur seg upp á styrkitalið 2540 – tíggju stig lægri enn Helgi Dam Ziska.

Hvítarussland er sum øll onnur lond, ið sprottin eru úr fyrrverandi Sovjettsamveldinum, eitt land við sterkari talvsiðvenju. Nikita Maiorov er í løtuni nummar níggju í yvirlitinum yvir bestu telvarar í heimlandinum, og hevur tí ikki umboðað Hvítarussland á nakrari talvolympiadu.

Javnir á øðrum plássi í Runavík gjørdust Srinathan Narayanan úr India, Oleg Korneev úr Spania, Igor Khenkin úr Týsklandi, Yi Xu úr Kina og tann einans 13 ára gamli Sarin Nihal úr India.

Bleyt føroysk millumvøra

Eingin av føroysku telvarunum gjørdi nakran vørr í Runavík Open. Yvirhøvur vóru úrslitini soleiðis, sum væntandi var. Tað er næstan undranarsamt, hvussu gott samsvar var millum úrslit og styrkismeting. Høgni Egilstoft Nielsen var styrkismettur nummar 18 og endaði nummar 18. Rógvi Egilstoft Nielsen var styrkismettur nummar 19 og endaði nummar 19. Sjúrður Thorsteinsson var styrkismettur nummar 27 og endaði nummar 27. John Rødgård var styrkismettur nummar 20 og endaði nummar 22. O.s.fr.

Av fremstu føroysku telvarunum hevði Rógvi Egilstoft Nielsen lutfalsliga vánaligasta úrslitið, og gongur tjúgu ratingstig aftur. Hinir tríggir, Høgni, John og Sjúrður halda so dánt tørn – John gongur nøkur stig fram. Sandavágsbrøðurnir Høgni og Rógvi endaðu fremstir av føroysku telvarunum við 5½ stigi hvør. Báðir tóktust kortini heldur enn ikki metaltroyttir eftir tvær kravmiklar kappingar við føroyska landsliðnum fyri hesa kappingina. Yngstu føroysku telvararnir við eyðsýndum gávum, Jón í Horni Nielsen og Luitjen A. Apol t.d., høvdu eisini misjavna úrtøku, og gingu aftur heldur enn fram í rating.

59 telvarar vóru við í hesari aðru Runavíkar Open-kappingini. Fyriskiparar eiga stórt rós uppiborið fyri hetta risastóra tiltak. Fyri føroyingar hevði kappingin ivaleyst verið munandi meira áhugaverd, var føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska við. Hann hevði gjørt seg galdandi í toppinum – og kanska vunnið. Nú gjørdist tað í staðin ein kapping millum einar fimtan sterkar útlendskar telvarar, um hvør av teimum var bestur. Saknur var eisini í fleiri av hinum føroysku topptelvarunum. Nevnast kunnu Olaf Berg, Martin Poulsen, Ólavur Simonsen, Carl Eli Samuelsen umframt útisetarnir John Arni Nilssen, Jóan Hendrik Andreasen o.a.

Gongst sum ætlað, verður tann triðja Runavík Open aftur um eitt ár, somu tíð, sama stað.

RO2017_9 (21) RO2017_9 (16) RO2017_9 (14) RO2017_9 (9) RO2017_9 (5) RO2017_9 (3) RO2017_9 (1)

Sí eisini

NM2018_uttokukapping_12

Streymur-Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í …