Runavík Open: Útlendingar á odda

Ikki óvæntað eru tað útlendsku stórmeistarnir, sum kappast sínamillum um sigurin í aðru altjóða talvkappingini í Runavík, nevnd Runavík Open. Ikki færri enn tólv stórmeistarar úr ymsum londum, og fimm altjóða meistarar eru millum teir trýss telvararnar. Tað eru helvt um helvt útlendingar og føroyingar í kappingini.

Les meira »

Ísland vann vinarlandsdystin

Ísland vann tann afturvendandi vinarlandsdystin, ið varð telvaður í Løkshøll í vikuskiftinum. Ísland vann báðar dystirnar: fyrra dystin 6½-4½ og seinna dystin 7-4. Sostatt vann Ísland samanlagt 13½-8½.

Les meira »

Føroyar vunnu

Føroyar hava í dag vunnið talvkappingina fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra. Avgerandi dystin í kappingini – finaluna móti vertslandinum – vunnu Føroyar í síðsta umfari í dag 2½-1½. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri við svarta fólkinum á triðja borði. Á hinum borðunum endaði javnt.

Les meira »

Føroyar – Ísland vinarlandsdystur

Í vikuskiftinum, í dag og morgin kl. 14, verður afturvendandi vinarladsdysturin móti Íslandi telvaður í Løkshøll í Runavík. Á 2. hvørjum ári verður dysturin avhildin í annaðhvørt Íslandi og Føroyum, og í ár verður hann telvaður í Føroyum.

Les meira »

Føroyar í finaludysti

Tað verður einki minni enn ein finala við lít, tá Føroyar og Andorra hittast í seinasta umfari í dag í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi. Føroyar eru á odda. Eitt stig er á muni. Føroyar hava 15 stig og Andorra 14. Monaco hevur á triðja plássi 13 stig. Tvey stig fáast fyri vunnan dyst, javnleikur gevur eitt stig, meðan einki fæst fyri taptan dyst.

Les meira »

Føroyar á odda

Føroyar hava nú lagt seg á odda í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra. Føroyar vunnu í dag stórsigur 3½-½ á Kýpros. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði remis. Helgi vann í einum knúsandi kongálopi, John var tryggur við svarta fólkinum í fronsku yndisbyrjanini, og Høgni fekk væl burturúr einari støðu, ið annars tóktist ógvuliga jøvn. Hjá Rógva stóð fast allan vegin. Flott úrslit hjá føroyska liðnum.

Les meira »

Helgi vann

Í gjárkvøldið var kappast í snartalvi í Andorra millum teir, sum eru við í smálandakappingini fyri landslið í Evropa. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann kappingina. Hann fekk seks av sjey stigum. Nummar tvey var annar stórmeistari, Igor Efimov úr Monaco. Hann fekk 5½ stig. Og nummar trý var John Rødgård, sum er gamal danmarkarmeistari í snartalvi. Hann fekk 4½ stig. 44 telvarar vóru við. Hvørgin stórmeistarin hjá Andorra, Oscar De La Riva og David Norwood, vóru við í kappingini. Helgi er tann, sum hevur hægsta styrkitalið av øllum í kappingini í Andorra.

Les meira »

3-1 móti Malta

Føroyar vunnu aftur í dag í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Eina løtu var Malta á odda 1-0, men so vendi gongdin, og Føroyar vunnu dystin trygt. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu allir, men Silas Eyðsteinsson tapti á fjórða borði.

Les meira »