Helgi fremri enn íslendingar

Nú altjóða talvsambandið FIDE hevur kunngjørt nýggjasta styrkilistan fyri apríl 2002, kunnu føroyingar bretta sær á.   Íslendingar hava altíð staðið føroyingum sum lýsandi fyridømi í talvi. Tað er ikki av ongum, at Ísland hevur havt støðu sum lutfalsliga fremsta talvtjóðin í heiminum eftir fólkatalinum. Íslendska talvsøgan er so glæsilig, at hon kann sammetast við víðagitnu fornsøgurnar. 

Les meira »

Seinasta freist at melda til FM í talvi nærkast

Í døgunum frá 9. – 15. apríl verður FM í talvi fyri einstaklingar á skránni, og fyri fyrstu ferð í 50 ára søguni hjá FM verður kappingin hildin á Eiði. Tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini saman við Talvsambandi Føroya.

Les meira »

Kjølur Open 2022

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2022 dagarnar 1.-3. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2021/22. 7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Les meira »

Havnarmenn vunnu

Finaludysturin í dag um føroyameistaraheitið í talvi millum Havnina og Sandavág gjørdist ein sannur gýsari. Spenningurin var elektriskur til síðsta leik í dystinum. Vágamenn máttu vinna dystin, skuldu teir endurvinna FM-heitið, havnarmenn stóðu seg við javnleiki. 

Les meira »

Talvfinala beinleiðis á netinum

Talvsamband Føroya hevur rættiliga spent seg út til endabrestin í landskappingini í talvi í dag.    Leikirnir á øllum borðum í teimum trimum dystunum í 1. deild verða allir varpaðir út á netið. Eisini síggjast tey fýra borðini í FM-finaluni millum Havnina og Sandavág í mynd, og í triðja lagi fara telvarar at viðmerkja gongdina í FM-finaludystinum.

Les meira »

Talvfinala leygardagin

Eins og undanfarin ár stendur dysturin um FM-heitið í talvi fyri feløg aftur í ár millum havnarmenn og sandavágsmenn. Seinastu tólv árini hava hesi feløgini verið tey einastu, sum hava vunnið. Ofta er kappingin avgjørd á seinasta leikdegi í einum innanhýsis finaludysti.   Seinasta umfar í landskappingini í vetur verður nú leygardagin. Tá bresta oddaliðini saman í røttum finaludysti. Havnarmenn hava otað seg eitt stig framum vágamenn, men undir øllum umstøðum verður tað liðið føroyameistari, sum vinnur dystin. Endar dysturin javnur, er Havnin føroyameistari.   Endabresturin verður skipaður sum stórt felagsumfar í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Allir dystir í øllum fýra deildum verða undir somu lon. Byrjað verður klokkan 11 fyrrapartin.

Les meira »

Seinasta umfar í liðkappingini, leygardagin 26. mars kl. 11

FM endabresturin í liðkappingini 2021/22 verður í skúlanum við Løgmannabreyt, leygardagin 26. mars. Byrjað verður kl. 11.00. Havnar Telvingarfelag bjóðar kaffi og kakur meðan telvað verður. Eftir seinasta leik bjóðar felagið lættari ábit og Anfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, handar heiðursmerki.

Les meira »

ST kvik sunnudagin

Sunnudagin 20. mars kl. 14 skipar Sandavágs Talvfelag talvkapping. Kappingin er partur av GP-kappingunum, sum eru fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Les meira »