Søguliga vitjanin hjá fyrrverandi heimsmeistaranum, Anatoly Karpov, innibar somuleiðis enn eitt søguligt úrslit fyri føroyska telving.
Les meira »
Søguliga vitjanin hjá fyrrverandi heimsmeistaranum, Anatoly Karpov, innibar somuleiðis enn eitt søguligt úrslit fyri føroyska telving.
Les meira »
(mynd: Chessvibes.com)
Legendariski Anatoly Karpov, fyrrverandi heimsmeistari í talvi, kemur til Føroyar í kvøld.
Vitjanin er komin í lag í sambandi við at Talvsamband Føroya í ár hevur 40 ár á baki og at Karpov stillar upp til forseta í altjóða talvsambandinum FIDE.
Les meira »Hendan síðan kann eisini síggjast í fullari stødd á live.faroechess.com Your browser does not support inline frames or is currently configured not to display inline frames.
Les meira »
Enn ber til at verða partur at stóra talvtiltakinum í Klaksvík 20 – 26 juli. Talvfestivalurin fevnir um 2 kappingar.
Umframt Heini Olsen Memorial - sum er ein allir móti øllum GM-kapping – verður ein opin talvkapping, har øll kunnu luttaka. Tað serstaka við opnu kappingini er, at heili 11 konufólk telva við. Kappingin er ókeypis, men tó eru frálíkir vinningar.
Les meira »IM Helgi Dam Ziska, úr Tórshavn, dróg enn ein snøggan og sera tryggan Grand Prix sigur til høldar, tá Finalan 2009/10 varð telvað í hølum Havnar Telvingarfelags, fríggjakvøldið. Annað árið á rað. Eftir 10 kappingar í kappingarárinum, har 5 tær bestu eru avgerðandi fyri endastøðuna, vann Helgi kappingina við 34 stigum av 35 møguligum. Sannførandi.
Les meira »Finalan í Grand Prix kappingini 2009/10, verður telvað í hølum Havnar Telvingarfelags, fríggjadagin 2. juli, kl. 18.00.
Les meira »FM FINALAN 2010 í liðkappingini fyri skúlaungdóm, verður telvað í Kollafjarðar skúla, fríggjadagin 18. juni, kl. 17.00.
Kappingin er skipað í tveimum aldursbólkum: 4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri, har fýra telvarar manna liðini, umframt evt. í mesta lagi 2 skiftisleikarar.
Innleiðandi kappingar hava verið í Klaksvík og Kollafirði.
Les meira »
|
Heini Olsen (1969 – 2010) Sera dátt kom tað við hjá okkum øllum tá ið tað frættist, at Heini Olsen ikki var at finna. Burturblivin. Hetta kundi jú ikki bera til. Óveruligt. Vit livdu øll í vónini, at Heini mundi fara at koma afturí aftur og sessast við talvborðið í lívsins talvi, har hann higartil hevði telvt 40 framúr góðar leikir. Støðan var góð, nú miðspælið var telvað og lagt afturum. Les meira »Klaksvík Chess Festival
Klaksvík Chess Festival 20.07.2010 - 26.07.2010 Kappingin er ein 10-mans GM-kapping, har allir telva móti øllum. Harumframt verður ein opin bólkur, har ið øll kunnu telva við í. Les meira » |