Føroyar luttaka á 39. Talvolympiaduni, sum verður í Khanty Mansiysk í Russlandi í døgunum 19. september til 4. oktober.
Les meira »Klaksvík Steypavinnarar 2010
Klaksvíkar Talvfelag staðfesti enn einaferð, at teir eru stinnasta talvfelagið í landinum í løtuni. FM-vinnararnir gjørdu bart, tá teir vunnu steypakappingina 2010, í harðari kapping við Havnina.
Les meira »
Heiðrikur Ársins Stjørnuskot
Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, varð valdur Ársins Stjørnuskot 2010, á Gallaveitsluni við Gjógv.
Telvarar atkvøddu um heiðurin.
Les meira »
Helgi Ársins Telvari
Høgni telvdi vakrasta talvið
Stórtalentið, 13 ára gamli, Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, varð heiðraður at hava telvað vakrasta talvið í FM-kappingini fyri einstaklingar 2010, sum var í Sandavági á Páskum.
Les meira »
Ársaðalfundur TSF, 15. oktober 2010
Talvsamband Føroya hevur ársaðalfund fríggjadagin, tann 15. oktober 2010, kl. 17.00, í hølum Havnar Telvingarfelags.
Les meira »Ársaðalfundur TSF, 30. septembur 2011
Talvsamband Føroya hevur ársaðalfund fríggjadagin, tann 30. septembur 2011, kl. 17.00, í hølum Havnar Telvingarfelags.
Les meira »Live – telving NM
Bæði Herborg Hansen og Sára Traber Olsen, telva á liveborðum ídag. Annað umfar byrjaði kl. 11.00 og 3 byrjar kl. 17.00. Fylgjast kann við á: http://www.skaksamband.is
Les meira »NM fyri gentur í Íslandi í vikuskiftinum
Norðurlendska Meistaraheitið 2010 í talvi fyri gentur, verður telvað í Reykjavík í vikuskiftinum. Ferðalagið er komið fram í øllum góðum og fyrsta talvið verður telvað í kvøld, kl. 19.30.
Við støði í FM fyri gentur fyrr í ár, eru Føroyar umboðaðar við Sáru Traber Olsen, úr Tórshavn, Herborg Hansen, úr Klaksvík, Signhild Durhuus og Honnu Jacobsen, báðar úr Kollafirði.
Les meira »Arctic Chess Challenge – fyrsti av tveimum pørtum
Í døgunum 31. juli – 08. august tók eg lut í opnu talvkappingini, Arctic Chess Challenge, í Tromsø. Kappingin, sum á fyrsta sinni var hildin í 2006, telist nú millum sterkastu opnu kappingar í Skandinavia, og í ár var hon enn tá sterkari enn (tó ikki eins stór og) tann navnframa Politiken Cup, sum í mong ár hevur verið væl umtókt millum føroyingar. 164 telvarar tóku lut í Arctic Chess Challenge í ár, harav 25 stórmeistarar og 25 altjóða meistarar.
Les meira »