Grand Prix Finalan 2011: Helgi enn einaferð !

Grand Prix Finalan 2011 varð telvað í vikuskiftinum.

Rættir telvarar ræðast ikki skuggan, og møttu 10 telvarar til finaluna í allar fagrasta summarveðri.

 

Undan finaluni hava 9 kappingar verið, sum hava skift í millum snartalv, kviktalv og talv við vanligari leiktíð.
Luttakaratalið hevur verið á heilt góðari leið, og kann GP metast sum eitt vælumtókt tiltak millum telvarar.

Les meira »

Innbjóðing: Steypakapping 2011 og Talvgalla við Gjógv

Eftir heilt einastandandi væl eyðnaðu steypakappingarnar 2007/08/09/10, skipar Talvsamband Føroya - aftur í 2011 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 28. mei 2011. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.

Les meira »

Innbjóðing: FM Ung-lið

ht jl ung 2009 4flokk

Eins og undanfarin ár, verður í mai mánaði 2011 skipað fyri FM liðkapping fyri skúlaungdóm.

Kappingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum:

4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri

 Eftir innleiðandi kappingar, verður finaluumfarið í Kollafirði.

Les meira »

Kappingarfrásøgn: EM í Aix-les-Bains

Í døgunum 22. mars - 2. apríl tók eg lut í árligu evropameistarakappingini fyri einstaklingar, sum varð hildin í hugnaliga býnum, Aix-les-Bains, fronskumegin Alpurnar. Eg hevði ikki meira enn sett fólkið upp eftir síðsta talvið í Reykjavík Open, fyrr enn leiðin gekk víðari til Fraklands, men tó at nógv kundi gingið betur í Reykjavík, var eg við gott mót eftir tveir sigrar í seinastu umførunum har. Eins og til Reykjavík Open var málið til EM fyrst og fremst at hava eina avriksrating oman fyri 2500 og síðani fara eftir GM-norminum, um høvið beyðst.  

Les meira »

FM 2011: 9. umfar

Tøkk til fyriskiparar, hjálparfólk og telvarar.

Hjartaliga til lukku : 

IM Helgi Dam Ziska, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen og Karl Louis Johansen

Vinnarar í FM fyri einstaklingar í talvi 2011 !

Les meira »

FM 2011: 8. umfar

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.


Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag er føroyameistari í talvi fyri unglingar. Áðrenn síðsta umfar leygardagin er hann 1½ stig fremstur og verður tí ikki tikin.

Steypurin í almenna bólkinum fer eisini til Sandavágs Talvfelag, til  Høgna Egilstoft Nielsen. Eftir átta umfør hevur hann bara latið ½ stig frá sær til mótstøðumenn sínar.

Í landsliðsbólkinum liggur Helgi Dam Ziska best fyri áðrenn síðsta umfar, ½ stig frammanfyri John Rødgaard. Helgi vann talv sítt í næstseinasta umfari, meðan Rødgaard telvaði javnt.

Les meira »

FM 2011: 7. umfar

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.

Spenningurin um hvør verður føroyameistari í talvi er vorðin uppaftur størri eftir 7. umfar skírisdag. Kappingin millum altjóða meistararnar Helga Dam Ziska og John Rødgaard er púra jøvn, nú bara tvey umfør eru efti at telva. Hetta gjørdist greitt, eftir at tað eydnaðist Carl Eli Nolsøe Samuelsen at fáa javnleik móti Helga, meðan Rødgaard vann sítt talv móti Sjúrði Thorsteinssyni.

 

Les meira »

FM 2011: 6. umfar

 

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.
Mikudagin varð 6. umfar telvað og lagt varð upp til ein spennandi toppdyst í landsliðsbólkinum millum Helga Dam Ziska og John Rødgaard, sum undan umfarinum lógu fremstir í kappingini við ávikavist 4½ stigi og 4 stigum. Spenningurin helt sær tó ikki longi, tí talvið endaði við einum skjótum javnleiki. Men stórur spenningur er í kappingini um føroyameistaraheitið, nú trý umfør eru eftir.

 

Les meira »

FM 2011 5. umfar

 

Føroyameistaraskapurin í talvi fyri einstaklingar verður í hesum døgum hildin í Vestmanna.
40 luttakarar eru við í kappingini. 10 í landsliðsbólkinum, 16 í almenna bólkinum, 6 í unglingabólkinum, og 8 í veteranbólkinum.

Veteranarnir byrja skírishósdag. Kappingin endar leygardagin.
 

Les meira »