Mørkini førkast rætta vegin – 2013, eitt sera gott talvár

hdzfvjr

Fjølbroytti talvkalendarin liggur enn sum áður, sum ein grundarsteinur fyri virkseminum hjá talvfeløgunum og TSF.

 

Bert fyri at nevna nakað úr rúgvuni, so er á hvørjum ári: Liðkapping, FM-fyri einstaklingar, FM-fyri Ung, Norðurlandameistaraheitið fyri skúlaungdóm, Grand Prix kappingar, steypakapping og barnakappingar. Harumframt er á øðrumhvørjum ári OL, Landsdystur móti Íslandi og Small Nations.

Virksemið er vorðið støðugt, men framhaldandi verður roynt at menna og víðka um útboðið. Við einum varnum fíggjarpolitikki, er TSF nú ein felagsskapur við sunnum rakstri og møguleikarnir fyri at luttaka enn meira í altjóða høpi eru ikki so fjarir. Av komandi nýggjum tiltøkum kann nevnast, at Small Nations fyri einstaklingar verður á Kypros í apríl 2014. Í 2015 verður EM fyri lið í Reykjavík og tá er ætlanin at luttaka fyri fyrstu ferð.

hdzfvjr

Les meira »

NM-hópurin úttikin

NM úttøkukapping var seinasta sunnudag 1. des. í Kollafjarða skúla.

Kappast var í somu aldursbólkum sum vera til NM-kappingina:

A - bólkur: Telvarar føddir 1994-96 (17-20 ár)
B - bólkur: Telvarar føddir 1997-98 (15-16 ár)
C - bólkur: Telvarar føddir 1999-00 (13-14 ár)
D - bólkur: Telvarar føddir 2001-02 og (11-12 ár)
E - bólkur: Telvarar føddir 2003 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin varð skipað soleiðis at 1. og 2. pláss í hvørjum bólki kvalifiseraðu seg til luttøku í NM. Harumframt vóru medaljur til 1., 2. og 3. pláss.

Les meira »

Small Nations Monaco 4-6. umf

4 - 6 umfar:
 
Eftir ein greiðan sigur á Jersey í 4. umfari hósdagin, har Helgi púra óvæntað tapti uppá tíð, 
er dupultumfar á skránni ídag.

Small Nations Monaco 1. umf

Føroyska talvlandsliðið luttekur í Small Nations 2013 í Monaco nú um dagarnar. 
10 smátjóðir eru við í kappingini, og telvað verða 9 umfør, øll móti øllum.