Sandavágsmenn økja

Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á Klaksvíkar Talvfelag í triðja umfari sunnudagin.

Les meira »

Liðið til NM fyri skúlaungdóm 2019 úttikið

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung var í Gula skúla í Havn í gjár. Tilsamans 51 luttakarar vóru, og harav vóru heili 34 luttakarar í yngsta aldursbólki. Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin fyri ung, ið TSF hevur fyriskipað, so útlit eru fyri eini bjartari framtíð fyri talvi í Føroyum. Eisini er hugaligt at síggja fleiri luttaka.

Les meira »

Rógvi fekk annan IM-normin

25 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag tryggjaði sær í dag annan IM-normin í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endaði í Løkshøll í kvøld. Javnleikur í seinasta umfari í dag móti russiska stórmeistaranum Aleksandr Karpatchev var eitt minstakrav, skuldi málið røkkast, og tað eydnaðist við bit og slit. Tap tóktist vera í hendi hjá vágamanninum, men kringur fløkti hann støðuna so væl, at russiski stórmeistarin misti tráðin, so at talvið kortini endaði javnt.

Les meira »

IM-normar í ljósmála

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endar í Løkshøll í dag.

Les meira »

Rógvi á 3. plássi

Eftir dagsins fyrra umfar, og sjeynda íalt, er Rógvi E. Nielsen (2339) framvegis við í toppinum. Rógvi telvaði javnt móti stórmeistaranum Oleg Korneev (2551), ið undan umfarinum lá einsamallur á odda við 5 stigum.

Les meira »

Rógvi í oddastríðnum

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur nú lagt seg fram í oddan í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Rógvi hevur 4½ stig eftir seks umfør, og er nummar tvey í kappingini saman við trimum útlendskum stórmeistarum.

Les meira »

Góður føroyskur dagur

Tað gekst væl hjá bestu føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open í gjár. Høgni Egilstoft Nielsen er framvegis ósigraður. Í gjár telvaði hann javnt móti russiska stórmeistaranum Vasily Papin. Eldri bróðirin, Rógvi Egilstoft Nielsen, vann á íslendska IM-aranum Gudmundi Kjartanssyni, sum vann Runavík Open í 2016. Høgni og Rógvi hava 3½ stig hvør eftir fimm umfør, og eru javnir á fjórða plássi saman við tveimum stórmeistarum.

Les meira »

Trongt í toppinum

Í dag verður farið undir fimta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. 28 telvarar eru við – helvt um helvt føroyingar og útlendingar. Átta útlendskir stórmeistarar eru við í kappingini. Flestu av teimum eru ættaðir úr londum í fyrrverandi Sovjettsamveldinum. Fremstir við 3½ stigum hvør eftir fýra umfør eru stórmeistarnir Vasily Papin úr Russlandi og Oleg Korneev, sum er úr Russlandi, men býr og umboðar Spania.

Les meira »

Átta stórmeistarar í Runavík

Mánadagin byrjar altjóða talvkapping í Løkshøll í Runavík. Hetta er tann triðja Runavík Open, sum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna í felag skipa fyri. Átta útlendskir stórmeistarar eru millum teir 27 telvararnar í kappingini. Teir eru helvt um helvt føroyingar og útlendingar. 

Les meira »

Dysturin um heimsmeistaraskapin byrjar í dag

Í dag kl. 15 byrjar dysturin um heimsmeistaraskapin 2018. Dysturin, ið fevnir um 12 talv, verður telvaður í London í døgunum 9/11 til 28/11. Hesuferð er dysturin ímillum sitandi heimsmeistaran síðani 2013, 27 ára gamla norðmannin Magnus Carlsen, og avbjóðaran, 26 ára gamla amerikumannin Fabio Caruana. Hetta er fyrstu ferð síðani 1990, at dysturin um heimsmeistaraskapin verður telvaður ímillum tveir teir fremstu telvararnar í heimunum.

Les meira »