Tepur ósigur

Føroyar taptu í dag 2½-1½ fyri Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Batumi í Georgia. Bosnia-Herzegovina er styrkismett væl ovari enn Føroyar, og var tí favorittur at vinna dystin. Kortini kundi úrslitið lættliga verið eitt annað.

Les meira »

Føroyar taptu tepurt

Føroyar taptu tepurt 2½ – 1½ fyri Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympiaduni í Georgia dag. Martin Poulsen vann á fjórða borði, og Helgi Dam Ziska telvaði javnt á fyrsta borði. John Rødgaard og Olaf Berg taptu.

Les meira »

Móti Bosnia-Herzegovina

Føroyar telva móti Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympisku leikunum í Georgia týsdagin. Føroyska liðið vann 3½-½ á Sierra Leone í fyrsta umfari. John Rødgaard, Olaf Berg og Martin Poulsen vunnu, og Carl Eli Samuelsen telvaði javnt.

Les meira »

Talvolympiadan byrjar í dag

Á middegi verða fyrstu leikirnir fluttir á 43. talvolympiaduni. Telvað verður í Batumi í Georgia. Ikki færri enn 185 lið eru í almennu kappingini. Føroyar eru styrkismettar nummar 76. Føroyar telva í fyrsta umfari í dag móti Sierra Leone. Afrikanska liðið er styrkismett nummar 169, so her átti ein greiður føroyskur sigur verið væntandi. Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er ikki við í dag. Hinir fýra á føroyska liðnum telva tí dystin móti Sierra Leone – John Rødgaard, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen.

Les meira »

Nýggj nevnd í Talvsambandi Føroya

Á aðalfundinum í Klaksvík 21.09 stillaðu 7 upp til nevndina.  Sitandi nevnd tók við afturvali, meðan tvey nýggj upskot vóru afturat.  Nývald í nevndina gjørdist Katrin Didriksen Apol. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir, og eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Les meira »

Aðalfundur 21.09.18 kl 19.00

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður 21. septembur kl 19.00 í hølunum hjá TSF. Addressan er Klaksvíksvegur 68, 700 Klaksvík. Gráur bygningur á høgru síðu, niðanfyri gamla Sjóvinnubankan, omanfyri Heimið við Vágna – við síðunnar av Rúsuni.

Les meira »

179 lond í talv-OL

Nú um dagarnar varð kunngjørt, hvørji lond og telvarar vera við á talvolympiaduni í Georgia, sum byrjar um nakrar vikur. Føroyar eru styrkismettar nummar 74 av teimum í alt 179 liðunum í almennu kappingini. Tað sigur ikki einki um ta støðu, sum Føroyar hava í talvi. Havast skal eisini í huga, at tríggir telvarar kundu styrkt føroyska liðið í Georgia, tí hvørki Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen ella John Arni Nilssen, sum eru ávikavist nummar 2, 3 og 5 á føroyska styrkilistanum, eru við hesaferð. Føroyska landsliðið í Georgia verður mannað soleiðis – og helst í hesari borðrøð: GM Helgi Dam Ziska 2550, IM John Rødgaard 2331, FM Olaf Berg 2248, FM Martin Poulsen 2239 og FM Carl Eli Samuelsen 2237.

Les meira »

Olaf Berg gott úrslit

Trettan føroyskir telvarar hava verið við í stóru almennu kappingini Xtracon Chess Open í Danmark, sum endaði ólavsøkudag. Hetta er størsta og sterkasta árliga talvkapping í Danmark. Føroyski landsliðsspælarin Olaf Berg fekk sjey stig av tíggju møguligum og gongur 22 stig fram á altjóða styrkilistanum. Í seinasta umfari ólavsøkudag vann Olaf á danska stórmeistaranum Carsten Høi.

Les meira »

Helgi nummar fimm í Faroes Open

Altjóða talvkappingin Faroes Open endaði á Giljanesi á vestanstevnu í gjár. Sjey stórmeistarar og fimm altjóða meistarar hava verið millum teir 36 telvararnar í kappingin – útlendskir og føroyskir hvørt um annað. Fleiri av fremstu føroysku telvarunum vóru við, t.d. allir fimm, sum mannaðu okkara landslið í EM-kappingini á Kreta í fjør heyst.

Les meira »