Sandavágsmenn á odda

Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár. Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil. 

Les meira »

ST-Kvik 2018

Í vikuskiftinum verður hol sett á Grandprix kappingina og í hesum sambandi bjóðar Sandavágs Talvfelag til kvik kapping. GP2 verður á skúlanum á Giljanesi leygardagin 10. November kl. 11

Les meira »

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 24. nov kl. 13.00 í Gula skúla í Havn. Tað er á Landavegi 30, beint við gamla bryggjaríið hjá Restorff. Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki vinna sær rættin at umboða Føroyar í NM, sum verður í Íslandi í februar 2019.

Les meira »

Kappingarskráir fyri 1. og 2. deild

Skráirnar fyri 1. og 2. deild, har fyrsta umfar verður nú sunnudagin, eru nú klárar. Enn er ikki avgjørt, hvussu nógv lið verða í 3. deild, og tískil er hendan skráin ikki klár enn, men verður tað ein av fyrstu døgunum. Fyrsta umfar í 3. deild verður 4. novembur.

Les meira »