Høgni Egilstoft Nielsen er nú einsamallur á odda í FM-kappingini í talvi, sum í hesum døgum verður telvað á Eiði. Undan dagsins talvum hevði Høgni fult stigatal, men tað sama hevði sera evnaríki Luitjen Akselsson Apol, sum tó ikki megnaði at vinna sær úrtøku í dag.
Les meira »Óbroytt í oddinum
Kappingin er at kalla skrædnað í helvt í landsliðsbólkinum, eftir at 3. umfar hevur verið á skránni í dag. Oddamenninir stóðu nevniliga allir eftir sum sigursharrar í dagsins talvdystum, og við hesum er munurin frá 3. plássi niður á 4. pláss longu nú 1½ stig, og tí er alt, sum bendir á, at føroyameistarin í 2022 skal finnast millum teir tríggjar, Høgna Egilstoft Nielsen (2410), Luitjen Akselsson Apol (2160) og Hans Kristian Simonsen (2176).
Les meira »Myndir frá 3. umfari
Beinleiðis stroyming frá 3. umfari
Dysturin í 3. umfari ímillum Høgna Egilstoft Nielsen og Rógva Egilstoft verður stroymdur á YouTube.
Les meira »Høgni og Luitjen á odda
Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum. Júst hesir báðir hava fyrr verið stavn um stavn í kapping um føroyameistaraheitið. Tað var fyri tveimum árum síðani í 2020, tá teir endaðu javnir í kappingini. Í umdystinum var Høgni Egilstoft Nielsen tó sterkari og gjørdist tá føroyameistari fyri aðru ferð.
Les meira »Myndir frá 2. umfari
Favorittarnir væl frá byrjan
Fyrstu leikirnir vórðu í dag fluttir við 51. føroyameistarakappingina í talvi, sum í hesum døgum verður hildin á Eiði.
Les meira »Myndir frá 1. umfari
Beinleiðis frá FM einstaklingakappingini
Til ber at fylgja við beinleiðis frá FM einstaklingakappingini, ið byrjar í dag kl. 14. Trýst her ella far á https://live.faroechess.com/ fyri at síggja talvini.
Les meira »Aðalfundurin verður 4. maj
Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudag tann 4. maj 2022 kl. 18:00 í Finsen í Havn.
Les meira »