GG: Kapping verður sunnudagin, og ikki leygardagin, sum áður lýst í kalendaranum. Stað: Talvhølið í Sandavági Telvað verður soleiðis: Kappingin byrjar sunnudagin, 28. jan. kl. 15.30, telvað verða kvik-talv.
Les meira »Broyting í liðkappingini
Av tí at NM fyri ungdóm er framskundað eina viku, verður dupultumfarið, sum skuldi telvast 10.02.2018, flutt til 17.02.2018.
Les meira »Úrslit frá kappingini fyri børn og ung, 21. januar
Í dag var kapping í Gula skúla í Havn, har 20 dreingir úr 1 til 6 flokki luttóku. Kappingin varð skipað við einum stórum bólki, 9 umførum og við tíðini 5 min. og 2 sekund eyka fyri hvønn leik. Heiðursmerki vóru til topp-3 fyri bólkin 1-3 flokkur og til topp-3 fyri bólkin 4-6 flokkur. Rókur Davidsen vann yngra bólkin, meðan Luitjen Apol vann eldra bólkin eftir umdyst við Elias.
Les meira »Havnin á odda
Nú komið er hálva leið í fremstu deildini í føroysku landskappingini í talvi, er háspenningur í luftini. Støðan er næstan meinlík endastøðuni í fjør, tí bara eitt stig er á muni millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Tvinnanda leikumfør vórðu avgreidd í øllum deildum í Havn í gjár. Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag varðveitti tepru leiðsluna, sum tað hevði fyri tey bæði umførini í gjár.
Les meira »Tvíumfar í talvi leygardagin
Nógvir leikir verða fluttir leygardagin. Tvinnanda umfør eru á skránni í øllum deildum í landskappingini fyri lið. Allir dystir vera í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Byrjað verður klokkan tíggju á morgni við fjórða umfari. Klokkan fýra verður farið undir fimta umfar.
Les meira »Dupult umfarið verður telvað í Havn
Dupult umfarið 20.01.2018 verður telvað í Gula skúla í Havn. Byrjað verður kl. 10.00. Seinna umfar byrjar kl. 16.00.
Les meira »Talvkalendarin 2017/18 dagførdur
Talvkalendarin fyri talvárið 2017/18 er dagførdur.
Les meira »Talvkapping fyri børn og ung, sunnudagin 21. januar
Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 21. januar kl. 14 í Gula skúla (Tórshavn). Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum: • 2 flokkur og yngri • 3 og 4 flokk • 5 og 6 flokk • 7 og 8 flokk • 9 flokk og 10 flokk
Les meira »ST-Open 2018
Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.
Les meira »Helgi aftur snarmeistari
Helgi Dam Ziska vann í dag FM-heitið í snartalvi fyri trettandu ferð. Helgi hevur vunnið kappingina hvørt ár í eitt koyr síðan hann vann sítt fyrsta FM-heiti í 2004 sum 13 ára gamal – undantikið er árið 2012, tá ið hann ikki luttók.
Les meira »