Á veg á talvolympiadu

Í dag byrjaði ferðin hjá føroyska talvlandsliðnum til Budapest í Ungarn, sum í næstum fer at hýsa størstu olympisku talvleikunum nakrantíð.   Ikki færri enn 197 lond hava boðað frá luttøku í kappingini. Hetta er nýtt luttøkumet. Á seinastu talvolympiaduni í Chennai í India í 2022 vóru í alt 188 lond við, og tað var met. Í alt eru 203 lond limir í altjóða talvsambandinum FIDE. Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 197 londunum. 

Les meira »

Metstór luttøka á talv-OL

Ongantíð hava so nógv lond verið umboðað á olympisku talvleikunum sum í ár. Ikki færri enn 193 lið eru við í almennu kappingini, og hjá kvinnunum eru liðini 183 í alt. Føroyar manna bara lið í almennu kappingini.   Sum skilst hevur serstakur talvvenjari verður knýttur at fyrireikngunum hjá føroyska OL-landsliðnum. Venjingarnar fara fram bæði hvør í sínum lagi og saman sum lið.

Les meira »

Talvdystur á ólavsøku

Eins og undanfarin ár fara havnarmenn og klaksvíkingar aftur at telva á ólavsøku. Dysturin verður ólavsøkuaftan kl. 17:45 í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Sum vant verður telvað á tíggju borðum.  Havnin og Klaksvík hava størstu breiddina av føroysku talvfeløgunum, og hægsta miðalstyrkital yvir tíggju borð. Feløgini eru tey einastu, sum komandi kappingarár hava tvey lið hvør í bestu deildini. 

Les meira »

Talvlegan og Barna Grand Prix 2024

Í vikuskiftinum 6.-7. apríl var nógv á skránni fyri ungar telvararí Føroyum. Hettar er fyrstu ferð, at TSF hevur roynt at skipa fyri venjingarlegu fyri børn, og undirtøkan var sera góð – fult tilmeldað við 36 luttakarum! Legan var í Skótahúsinum í Klaksvík, og var hon skipað í samstarvi við eldhugað foreldur. Á skránni var undirvísing av GM Helga Dam Ziska ogfyrrverandi føroyameistara Rana Nolsøe, talv-stafett, talv-spurnarkapping, snartalv, heilafimleikur, fótbóltur og fantastiskt samanhald.

Les meira »

Lisa og Natasja til NM fyri gentir

Hetta vikuskiftið verður NM fyri gentir telvað í Reykjavík. 40 luttakarir eru, frá øllum Norðurlondum, og telvað verður í trimum aldursbólkum. Í tí yngsta bólkinum, bólki C, umboða nýklækti Føroyameistarin Lisa Xin og Natasja Mørkøre Føroyar.

Les meira »

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið verður júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022. 

Les meira »