Heim / Ymiskt / Ymiskt / ST-Open 2014

Hervið verður bjóðað til talvkappingina ST OPEN 2014 dagarnar 28.-30. novKappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

http://chess-results.com/tnr148960.aspx?lan=7&art=0&wi=821

ST-Open 2014

 

Stað

Talvhølið í Sandavági

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin,  28 nov. kl. 18.00, tá ið 1. umfar verður telvað.

Leygardag verður 2. og 3. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð

Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 28. nov.

Tilmelding

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella 532700, í seinasta lagið hósdagin kl. 20.00

 

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll …