Heim / Ymiskt / Ymiskt / GP2 – Kviktalv á Toftum

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping á Toftum, leygardagin 18. oktober. Telvað verður í talvfelagnum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

Kappingin byrjar leygardagin 18. oktober, kl. 13.00. Telvað verða 7 umfør.

GP2 – Kviktalv á Toftum

Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri hvønn. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til á sms 22 77 70 ella brandur.hojgaard@gmail.com

 

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 17. oktober kl. 18.00.

 

Luttakarar: http://www.chess-results.com/tnr148568.aspx?lan=7&art=0&wi=821

 

Møtið fjølment !

TOFTA TALVFELAG 

Sí eisini

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll …