Senior-Danmarksmesterskabet 50+ 2017

I perioden 12.-18. februar deltog undertegnede i Senior-DM i Løgumkloster. Turneringen foregik på højskolen, og det viste sig at være en glimrende idé. Tilbuddet om kost og logi under hele turneringen for 2.000 kr. var så godt, at langt de fleste af deltagerne tog imod det. Vi blev ikke skuffede. Der var masser af hyggeligt samvær; både under måltiderne og efter runden. Alt fungerede simpelthen upåklageligt, og havde vi nogle ønsker, prøvede arrangørerne straks at gøre noget ved det. Endvidere var der indlagt flere tilbud om rundvisning i området.

Les meira »

Liðkappingin – Óbroytt í oddanum

Støðan broyttist einki millum oddaliðini í talvi eftir dystirnar í áttanda umfari í landskappingini sunnudagin. Havnar Telvingarfelag er framvegis hálvttriðja stig undan Sandavágs Talvfelag, nú tvey umfør eru eftir. Klaksvíkar Talvfelag togaði seg eitt vet nærri oddaliðunum við knúsandi sigri á øðrum liði hjá Havnini.

Les meira »

NM 2017: Føroyar fingu íalt 18 stig

NM kappingin fyri skúlaungdóm endaði í dag. Tað eydnaðist ikki okkara telvarum at røkka heiðursmerkjaplássunum, men tað var ikki tó ikki so langt frá hjá Luitjen Akselsson Apol, ið varð besti føroyingurin við 3,5 stigum.

Les meira »

NM 2017 1. og 2. umfar: Benjamin bestur av føroyingunum

Í dag eru tvey tey fyrstu umførini farin afturum í NM kappingini fyri skúlaungdóm. Í 1. umfari fingu okkara unglingar 2,5 stig, meðan tað hilnaðist eitt vet betri í 3. umfari, har 3 stig komu til høldar. Benjamin Reinert Fjallheim er higartil bestur av føroyingunum. Hann hevur fingið 1,5 stig av 2 møguligum.

Les meira »

NM fyri skúlaungdóm 2017

ung2

Í døgunum 16. til 19. februar 2017 verður árliga norðurlendska kappingin fyri skúlaungdóm avhildin í Drammen, Norra. Við í kappingini eru 10 føroyskir ungdómar, tveir í hvørjum av teimum 5 aldursbólkunum.

Les meira »

Styttist í smáum

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag ota seg smátt um smátt fram á oddaliðið Havnar Telvingarfelag í landskappingini í talvi. Dystirnir í sjeynda umfari vóru í dag. Í 1. deild vóru úrslitini: Havnin 1 – Klaksvík 1 3-1, Havnin 2 – Sandavágur ½-3½ og Klaksvík 2 – Kollafjørður 2½-1½. Støðan í 1. deild er nú henda: 1. Havnin 1 23½ stig  2. Sandavágur 21  3. Klaksvík 1 15½  4. Havnin 2 10½  5. Klaksvík 2 7  6. Kollafjørður 6½.

Les meira »

Úrslit frá Kjølur Open

Klaksvíkar Talvfelag hevur skrivað stutta grein um Kjølur Open, kann lesast her: http://nordlysid.fo/finnbjorn+vang+vinnari+av+kjolur+open.html Paringar og úrslit: http://chess-results.com/tnr261548.aspx?lan=32

Les meira »

GP 5 í Tórshavn 11. februar

GP 5 verður í Tórshavn leygardagin 11. februar kl. 10.00. Telvað verður í Gula Skúla (minnist til inniskógvar) Kappingarskipan: Kviktalv 10 min + 5 sek/leik, 7 umfør. Luttøkugjald er 100 kr. Virðislønir verða latnar til nr. 1,2,3, umframt ratingsvirðislønir. Tilmelding: Sms/mail við navn og rating til 221422 ella faroechess@faroechess.com í seinasta lagi fríggjadagin 10. februar kl. 18.00. Havnar Telvingarfelag

Les meira »