OL-liðið: Sensation

At vi vandt over Bosnien-Hercegovina i 8. runde af skak OL i Baku kan beskrives meget kort: Det var en sensation. Med et rating gennemsnit på 2495 er det det stærkeste hold, som vi nogen sinde har vundet over. Og hvordan gik det så til?

Les meira »

OL 2016: 9. umfar: Vit møta olympisku meistarunum

Tað verður vorðið sum avbjóðing hjá føroyska talvlandsliðnum í Aserbadsjan í morgin. Vit møta sjálvum OL-gullvinnaraliðnum frá seinastu talvolympisku leikunum í Tromsø í 2014 – Kina! Tað er at undrast á, at okkara vegir skulu umskarast so seint í kappingini. Vit trimum sigrum á rað hevur føroyska liðið vunnið seg heilt fram sum nummar 47 í røðini av teimum 180 londunum, sum kappast í Baku. Kina, sum er styrkismett nummar 3, hevur óvæntað snávað í báðum seinastu dystunum, og er tí dragnað nakað í røðini. Í gjár tapti Kina 3-1 fyri Onglandi, og í dag 2½-1½ fyri Ungarn. Teir eru tí farnir á rull og eru í løtuni á 33. plássi. Kinverjar vera helst ikki mjúkir at strúka í morgin. Hjá teimum man setningurin vera púra greiður í morgin. 4-0 móti Føroyum er eitt óreingiligt krav. Allir kinesisku telvararnir eru sokallaðir superstórmeistarar við meira enn 2700 í rating. Okkara menn eiga at …

Les meira »

OL 2016: Sannførandi avrik

Tað var hugaligt at síggja, hvussu føroysku telvararnir í Baku í dag grundaðu ein hin fínasta sigurin í einstøkum dysti móti dygdargóðum mótstøðuliði í nakrari talvolympiadu. At vinna á Bosnia-Herzegovina kemur ikki av ongum. Talan er um so sterka manning, sum vit kappast ímóti, at okkara menn mugu vera serliga væl útbornir fyri at útinna setningin.

Les meira »

OL 2016: 8. umfar: Sensasjónellur sigur

Føroyska talvlandsliðið hevur seinnapartin heilt óvæntað vunnið á Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2½-1½ til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødgård telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti.

Les meira »

OL 2016: 7. umfar – Vunnu El Salvador

Føroyska liðið hevur fingið glið á aftur við tveimum sigrum í seinastuni. Í dag 3-1 móti El Salvador. John Rødgård leyp um í dag og helt frí. Kanska vildi hann ikki aftur telva við svørtum. Men tað gekk fínt kortini. Helgi var tryggur. Fekk sett hvíta fólkið væl upp frúgvarmegin í heldur óvanligum sisilianara, vann sær lítlan fyrimun, sum so líðandi varð mentur og útbygdur móti manni við sløkum 2300 í rating.

Les meira »