Liðkappingin

Reglur fyri liðkappingina §1 Liðkappingin verður býtt sundur í deildir: 1. deild hevur 6 lið, 2. deild hevur 6 lið. 3. deild hevur 6 lið. 4. deild kann hava óavmarkað tal av liðum. Melda nógv lið seg til 4. deild, kann kappingarleiðarin býta deildina upp í bólkar. Hevur sama felag fleiri lið í sama bólki í somu deild, eigur dentur at vera lagdur á, at hesi lið møtast tíðliga í kappingini. §2 Í øllum deildum eru 4 telvarar á hvørjum liði, sum sita sínámillum í nummarrøð á hvørjum liði eftir styrkilistanum hjá einstøku feløgunum. Telvarar hava loyvi at flyta úr lægri upp í hægri deild ella frá lægri liði til hægri lið í somu deild uttan at leypa dyst um. Men um telvarar skulu hinvegin úr hægri deild og niður í lægri deild, ella frá hægra liði til lægri lið í somu deild, skulu teir leypa ein dyst um. Tó …

Les meira »

OL: IM normur til Olaf Berg

Einastandandi góða avrikið hjá føroyameistaranum, Olaf Berg, á Talvolympiaduni í Russlandi, inniber ein IM – norm.

Hetta varð staðfest við javnleikinum í móti stórmeistaranum, GM Jose Garcia Gonzalez (2543), úr Meksiko.

Les meira »

OL: Vardu skansan

Føroyska talv-landsliðið hevði av álvara ryggin ímóti vegginum í 11. og seinasta umfarinum í OL í Sibiria í Russlandi.Hóast seedaðir heili 47 pláss lægri, bardu føroyingarnir seg til janvleik ímóti Meksiko, sum er styrkimett nr. 36 í heiminum. Í útgangsstøðinum, ein ómøgulig uppgáva.

Les meira »

OL: Enn ein javnleikur

Mexico - Føroyar: LIVE, kl. 06.00, sunnumorgun.

Talv-landsliðið fekk javnt 2-2 ímóti Sameindu Arabisku Emiratunum, í 10. umfari í Talvolympiaduni í Sibiria í Russlandi.

Les meira »

OL: Olaf koppaði Ekvador

 

Føroyar - Albania: LIVE, mikudag, kl. 10.00

Talv-landsliðið vann frálíkan 2½-1½ sigur á Ekvador í 7. umfari í OL í Sibirien í Russlandi.Ekvador var favorittur at vinna uppgerðina, nú teir vóru styrkimettir 18 pláss hægri enn Føroyar.

Les meira »

OL: Máttu lúta fyri Usbekistan

Ecoador - Føroyar, LIVE kl. 10.00, týsdagin.

Talvlandsliðið tapti 3-1 fyri Usbekistan í 6. umfari í OL í Russlandi. Usbekistan vóru favorittar at vinna uppgerðina, nú teir eru seedaðir nr. 33, meðan Føroyar er seedað nr. 83. (0-1) IM Helgi Dam Ziska (2439) – GM Rustam Kasimdzanhov (2685)
(0-1) IM John Rødgaard (2352) – GM Anton Filippov (2609)
(½-½) Olaf Berg (2274) – GM Alexei Barsov (2509)

Les meira »