Mikudagin, tá ið dupult-umfar var á skránni í Føroyameistaraheitinum í talvi, varð skipað fyri barna- og ungdómskapping millum umførini. Frálíku umstøðurnar í Løkshøll eru soleiðis , at meðan sjálvt FM verður telvað í høllini, er góða kantinan staðið, har telvarar og talváhugaði kunnu njóta ein góðan kaffimunn og fylgja við talvunum á stórskíggja. Barna- og ungdómskappingin bleiv hildin í kantinuni, og møttu 24 telvarar ymsa staðni frá. Hesi vórðu býtt í 3 bólkar, har tann yngsti (1. Og 2. Fl.) hevði 12 luttakarar, meðan 3-4. Fl. var 6 og elsti bólkurin eisini 6. Allir bólkarnir telvaðu 5 umfør uttan klokku og gekk tað bæði skjótt og væl at avgreiða.
Les meira »FM 2017 – Myndir dagur 3
FM 2017 – Myndir dagur 2
FM 2017 – Myndir dagur 1
Talvkapping fyri børn og ung mikudagin 12. apríl kl. 15, í Løkshøll (Runavík).
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina 🙂 Telvað verður í 5 aldursbólkum: 2 flokkur og yngri 3 og 4 flokk 5 og 6 flokk 7 og 8 flokk 9 flokk og eldri
Les meira »Suveren oddalið
Tvey lið skaraðu framúr í landskappingini í talvi, sum endaði leygardagin. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag vóru í flokki fyri seg. Bara eitt stig var á muni teirra millum tá avtornaði, men heili sjey stig vóru aftur til Klaksvíkar Talvfelag á triðja plássi. Oddaliðini vunnu bæði níggju av tíggju dystum í alt. Sínamillum fingu tey hvør sín sigur. Sandavágs Talvfelag hevur í nøkur ár havt serstøðu sum oddalið í føroyskari telving. Tað er í roynd og veru tankavekjandi, tí felagið var í nógv ár elevatorlið millum 1.- og 2. deild. Brádliga kom vend í.
Les meira »Myndir og støður frá seinasta umfarinum í liðkappingini 2016/17
Havnin føroyameistari
Tað reið um snarið! Sandavágsmenn mundu gjørt bart og tikið øll á bóli í avgerandi dystinum um FM-heitið í seinasta umfari í landskappingini í talvi í dag. Neyvan nakar hevði grunað, at Sandavágs Talvfelag fór at leggja oddaliðið hjá Havnar Telvingarfelag afturum seg í endaspurtinum, tí til tess kravdist ein ógvuliga ruddiligur sigur í sinámillum finaludystinum, men tað mundi lukkast.
Les meira »Havnin ella Sandavágur?
Leygarmorgunin 18. mars klokkan 10 verða fyrstu leikirnir fluttir í øllum dystum í seinasta umfari í landskappingini fyri lið í talvi 2017. Telvað verður í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Innkoyring er við gamla Restorfs Bryggjarí. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, flytur fyrsta leikin í toppdystinum millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Umboð fyri Tórshavnar Býráð handar vinnandi liðum steyp og heiðursmerki, tá liðugt er seinnapartin.
Les meira »Umdystur í liðkappingini
Síðsta umfar í liðkappingin verður telvað í Gula skúla í Tórshavn 18.03.2017 kl. 10.00. Spenningurin er so stórur, at nógv lið kunnu enda jøvn. Í reglunum fyri liðkappingina stendur hetta:
Les meira »