Hetta vikuskiftið verður telvað um FM-heitið í snar- og kviktalvi. Ikki fyri 2022, men 2021. Korona hevur lagt meinbogar í vegin, soleiðis at kappingin var ongantíð hildin í fjør. Seinni í ár verður so kappingin fyri 2022 hildin.
Les meira »Hattrikk til Høgna
24 ára gamli sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen var aftur í flokki fyri seg nú á páskum. Triðja árið á rað vann hann føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Hetta er fjórða ferðin, at hann er føroyameistari. Sigurin var meira sannførandi enn undanfarnu ferðirnar. Árini frammanundan mátti umdystur til. Í fjør móti Martin Poulsen, og fyrraárið móti Luitjen Akselsson Apol. Í ár hefti ikki fyri.
Les meira »Myndir frá steypahandanini
Høgni er føroyameistari – stórur dramatikkur hjá unglingunum
Triðja árið á rað er 24 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen føroyameistari í talvi. Tá ið síðsta umfar fór av bakkastokki fyrr í dag, skuldi Høgni Egilstoft Nielsen bert hava ein javnleik við svarta fólkinum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær meistaraheitið.
Les meira »Live frá umdystinum í unglingum
Trýst her
Les meira »Umdystur í unglingabólkinum
Kl. 18 verður umdystur í unglingabólkinum. Jónas Sólsker og Petur G. Magnussen telva um unglingaheitið. Leinkja verður løgd her, tá ið klárt er. Høgni Egilstoft Nielsen vann FM hjá teimum vaksnu.
Les meira »Myndir frá 7. umfari
Innbjóðing til FM-Snar 2021 og FM-Kvik 2021
FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í Finsen í Havn dagarnar 23. og 24. apríl. Hetta eru útsettu kappingarnar, ið ikki vórðu telvaðar í fjør.
Les meira »Javnt í toppdystinum
Høgni Egilstoft Nielsen hevði møguleika at tryggja sær FM-heitið, tá hann í dag møtti nærmasta kappingarneytanum, Luitjen Akselsson Apol, við hvíta fólkinum. Fyri at gerast føroyameistari skuldi Høgni vinna talvið, meðan Luitjen við einum sigri kundi leggja seg undir liðina á Høgna í oddinum.
Les meira »Høgni er enn ósigraður
Nú tað bert mangla tvey umfør av ársins FM-kapping í talvi, er tað greitt, at tað nú bert eru tveir telvarar, sum hava møguleika at vinna føroyameistaraheitið hjá teimum vaksnu.
Les meira »