GP-kapping útsett

GP-kappingin, sum skuldi telvast leygardagin 21.01, er flutt til 11.02 – tíð og stað seinni. Dupult umfarið 28.01 verður lýst seinni. Væntandi i Kollafirdi.

Les meira »

Havnin økir

Munurin øktist eitt stig millum oddaliðini í landskappingini í talvi eftir dystirnar í fjórða umfari í dag. Havnar Telvingarfelag vann 3½-½ á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag, og er nú tvey stig undan føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag. Helgi Dam Ziska sat á 1. borði hjá Havnini í dag, og vann í stórum stíli á Steintór Rasmussen. Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson vunnu eisini, men Carl Eli N. Samuelsen mátti sættast við remis móti Terja Petersen.

Les meira »

Fyrstu leikirnir í ár

Eftir drúgvan vetrarsteðg verður í dag aftur farið at telva í  føroysku landskappingini. Klokkan tvey byrja dystirnir í fjórða umfari í øllum trimum deildunum. Í 1. deild eru dystirnir hesir: Sandavágur-Klaksvík 1, Kollafjørður-Havnin 2 og Klaksvík 2-Havnin 1. 1. lið hjá Havnar Telvingarfelag hevur 11 stig, fleirfaldu føroyameistarnir úr Sandavági hava 10 stig, og Klaksvík 1 hevur 6½ stig. Í 2. deild er Gøtu Talvfelag á odda, og í 3. deild er Havnar Telvingarfelag fremst. Í 1.- og 2. deild eru liðini seks, og í 3. deild eru í alt níggju lið.

Les meira »

Høgni vunnið IM-norm

19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi. Høgni – og bróðirin Rógvi – hava á nýggjárinum verið við í sterkari altjóða kapping í Svøríki – Rilton Cup. Fleiri enn hundrað telvarar hava verið við – eisini nógvir stórmeistarar og altjóða meistarar. Kappingin endaði í dag. Høgni vann í seinasta umfari á svenska stórmeistaranum Pia Cramling, sum í síni tíð var mett sum fremsta kvinna í heiminum at telva. Høgni fekk 5½ stig og endaði nummar 16 í røðini. Eldri bróðirin Rógvi fekk 4½ stig.

Les meira »

Føroyameistari í snartalv fyri 12. ferð!

28 luttakarar vóru við til Føroyameistaraheitið í snartelving 2016. Stórfavorittur at vinna kappingina var Helgi Dam Ziska. Síðani 2004, tá ið Helgi vann sítt fyrsta FM-heitið í snartelving, hevur hann vunnið hvørja ferð hann hevur luttikið. Í 2012 var Helgi burturstaddur í lestrarørindum; tað árið vann John Rødgaard.

Les meira »

Føroyskir telvarar uttanlanda

Í Svøríki byrjaði tiltikna Rilton Cup ídag. Hetta er 46. árið at kappingin verður fyriskipað, og er kappingin deild upp í fleiri ratingbólkar. Í ovasta bólkinum, sum eitur Rilton Cup, telva brøðurnir Rógvi- og Høgni Egilstoft Nielsen við. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen er eisini við í Svøríki. Fylgjast kann við Rilton Cup á hesari leinkju: http://www.rilton.se/   Í Hollandi telvar Hans Kristian Simonsen við í Chess Festival Groningen, A-bólkinum. Eftir eina varliga byrjan, er Hans Kristian komin betur fyri seg. Hann hevur í skrivandi løtu 2½ stig av 5 . Leinkja til kappingina: http://www.chessfestival.nl/en/

Les meira »

Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv 2016

Heimsmeistaraheitið í kvik- og snartalv verður í hesum døgum telvað í Doha, Qatar. Heimsmeistarin í kviktalvi Magnus Carlsen, og Heimsmeistarin í snartalvi Alexander Grischuk eru báðir við, men saman við teimum eru eisini onnur kend nøvn, har fleiri eru serliga kendir innan kvik- og snartelving. Av hesum kunnu nevnast Hikaru Nakamura (2779) úr USA, Ian Nepomniachtchi (2767) Russland, Maxime Vachier-Lagrave (2811) Frankarríki, Levon Aronian (2795) Armenia og Sergey Karjakin (2785) Russland og Viswanathan Anand (2779) India. Í Doha er eisini HM í kvik- og snartalv fyri kvinnur. Tað er fyrstu ferð, at bæði menn og kvinnur telva samstundis um HM í kvik- og snartalvi. Men við einans 36 luttakarum, er kappingin ikki eins stór og tann hjá monnunum. Men hóast lága luttakaratalið, eru fleiri kend nøvn við har eisini. Favorittar hjá kvinnum eru Wenjun Ju (2580) Kina, Anna Muzychuk (2561) Ukraine, Humpy Koneru (2557) India og Alexandra Kosteniuk (2555) Russland.

Les meira »

Føroyameistaraheitið í snartalv 2016

FM í snartalv Føroyameistaraheitið í snartalv verður fríggjadagin 30. Desembur kl 18.00. Kappingin verður skipað við 9 dupult-umførum og umhugsunnartíðin 3 min + 2 sek /leik. Virðislønir eru til 1 – 3 umframt ratingvirðislønir. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðani sudden death. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión. Telvað verður í Gula Skúla, liggur beint við gamla Restorff bryggjarí. Tað verður ikki gingið inni í skóm, so vinarliga hav innskógvar við; um tit ikki ynskja at ganga í sokkum. Luttøkugjald: 100 kr. fyri vaksin, unglingar 50 kr. Verður goldið á staðnum. Vinarliga møt í góðari tíð, kappingin byrjar kl. 18! Tilmelding i seinasta lagi hósdagin 29 des. kl. 18.00 á: faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 14 22, navn + rating og føðidato. Talvsamband Føroya  

Les meira »

Helgi í topp 20

Nú altjóða talvsamgongan, FIDE, hevur kunngjørt nýggja desember-styrkilistan, sæst, at Helgi Dam Ziska telist millum fremstu telvarar í norðurlondum. Talið hjá føroyska stórmeistaranum er nú kvinkað upp í 2555 – hansara hægsta nakrantíð. Taka vit øll norðurlond undir einum, so er Helgi nú nummar 18 í alt. Noreg er sterkasta talvtjóð í norðurlondum. Helgi hevði verið nummar seks í Noregi. Í Danmark og Svøríki hevði hann verið nummar fimm, í Íslandi nummar fýra og í Finnlandi nummar tvey.

Les meira »