FM fyri børn og ung

Reglur fyri FM fyri børn og ung §1 – Luttakarar Øll kunnu vera við bæði gentur og dreingir, sum ikki fylla meir enn 20 ár sama ár, kappingin er, sjálvt um tey ikki eru limir í nøkrum felag ella í TSF.   §2 – Hvar Kappingin verður skipað av einum felag í TSF. TSF avger, hvat felag skal hava kappingina, sum so hevur ábyrgdina av henni, íroknað hølum kappingarleiðarum, útgerð, vinningum, umtalu í fjølmiðlum o.ø.   §3 – Kappingarleiðari Kappingarleiðararnir hava ábyrgdina av sjálvari kappingini, og at hon fer fram eftir ásettu reglunum.   §4 – Bólkar Telvararnir verða býttir í hóskandi aldursbólkarbólkar, sum brúkt verður í altjóða kappingum.

Les meira »

FM einstaklingakappingin

Reglur fyri FM einstaklingakappingina §1 – Vanligar treytir Kappingin verður skipað undir hesum nevndum og leiðara: Nevnd Talvsambandsins Fyrireikandi felag Kappingarleiðara §2 – Fyrireikarar av einstaklingakapping Fyrireikandi felag leggur øll viðurskifti í sambandi við kappingina til rættis og skal harumframt syrgja fyri: at ein ella fleiri kappingarleiðarar verða settir at ein trímannað kappingarnevnd verður vald at bólkasundurbýti og lutakast fara fram eftir reglunum í innbjóðingini §3 – Kappingarleiðari Kappingarleiðarin (hereftir kallaður “KL”) verður settur av fyrireikandi felagnum smb. §5. KL leiðir kappingina, meðan hon fer fram. Trætumál skal KL avgera eftir galdandi kappingarreglum. Innan 7 dagar eftir seinasta leikumfar, skal KL hava sent ratingnevdini eitt útfylt frágreiðingarblað um kappingina. KL kann ikki sjálvur luttaka í kappingini. §4 – Kappingarnevndin Kappingarnevnin (hereftir kallað “KN”) verður sett av fyrireikandi felagnum. KN avger øll mál, ið verða skotin inn fyri nevndina og mál, sum KL ikki sjálvur kann avgreiða. Vísur telvari ósømiligan atburð …

Les meira »

Ungdómsnevnd undir TSF

Ungdómsnevnd undir TSF Á hvørjum ári eftir aðalfund TSF velur nevndin í Talvsambandi Føroya eina 3-manna ungdómsnevnd. Endamálið við ungdómsnevndini er í neyvum samstarvi við TSF at stuðla talvvirksemi fyri ung og at seta hetta í fastar rammur. Ungdómsnevndin skal taka sær av: a) at leggja eina skrá fyri ungdómsvirksemi b) at syrgja fyri, at FM-kappingar og aðrar kappingar verða hildnar fyri ungdóm c) at menna og býta út undirvísingartilfar og stuðla undirvísarum d) at stuðla upp undir, at ungdómur sleppur at møta ungdómi úr øðrum londum Ungdómsnevndin skipar seg sjálv við formanni. Samtykt á aðalfundi TSF 8. september 2001

Les meira »

Úttøka av føroyskum umboðum í altjóða kappingum

Reglur fyri úttøku av føroyskum umboðum í altjóða kappingum §1 Virkisøki Nevndin í Talvsambandi Føroya tekur út teir telvarar, ið skulu manna føroyska landsliðið og telvarar, ið skulu umboða Føroyar í altjóða einstaklingakappingum. Nevndin kann geva aðrari nevnd ella venjara hesa heimild til ávísar úttøkur. §2 Føroyingar Allir føroyingar hava rætt at umboða Føroyar. §3 Úttøkutreytir Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum. Møguligt er hjá úttøkunevndini at geva eitt (1) ”wildcard”; t.v.s. úttøka sum ikki er tengd at úttøkureglunum. Dentur skal leggjast á ratingtal og at telvarin hevur verið virkin í føroyskari telving serliga seinasta árið. T.v.s. at telvarin skal minst hava telvað 10 ratað kappingartalv. Altjóða ratingtal verður bert tikið við í metingina, um tað eru telvað fleiri enn 10 ratað altjóða kappingartalv. Metast skal eisini, um telvari hevur havt stóra framgongd seinasta árið. §4 Liðuppseting Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger av á …

Les meira »

VT Open 2011 – Kappingarfrágreiðing

VT Open

VT Open var telva í vikuskiftinum og sigast má at karmarnir vóru teir bestu. Telva var í tí nýístandsettu politistøðini, við útsýnið yvir vágna og út á Vágoynna, og hetta gav uttan iva inspiratión til góða kapping.

Les meira »

Helgi D. Ziska í EM

EM verður hesum døgum (22.mars 2011 – 3. apríl 2011 ) telvað í Fraklandi. Okkara egni Helgi D. Ziska luttekur í sterku kappingini, og er styrkismettur sum nr. 199, skal í 1. umfari við svørtum møta tí sterkasta telvaranum í kappingini, nevnliga Peter Svidler (2730) úr Russlandi. Byrjað verður kl. 14.00 í dag. Fylgjast kann við LIVE, meðan telvað verður.  Sí lenkjur á vinstra bredda.  

Les meira »

GP ST-Kvik 2011

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 26. mars. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2010/11.

Kappingin byrjar leygardagin 26. mars, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.

Les meira »

Rilton Cup 2010/2011 (2.partur)

rogvi

Eftir nøkur long og strævin talv, vóru vit komnir til 9’inda og seinast umfar í Rilton-Cup 2010/2011. Tað hevði gingið hampiligt, eg hevði 3½ stig av 8, so um eg skuldi koma uppá 50 %, mátti eg vinna tað seinasta talvið.

   Sjúka hevði plágað  meg tveir teir seinastu dagarnar, so eg var glaður, at mótstøðumaðurin vildi taka javnt í 8. umfari eftir bert 14 leikum. Til 9. umfar var eg enn ikki vorðin heilt frískur, men tað royndi eg ikki at fokusera uppá. Ætlanin var at flyta skjótt, so eg ikki skuldi blíva móður og verri fyri, men mongum brestur ætlan.

Les meira »