Eftir 4-0 á San Marino í fyrsta umfari, var mótstøðan ein heilt onnur hjá føroyska landsliðnum í øðrum umfari á talvolympiaduni í India í gjár.
Les meira »Góð byrjan í India
Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan á stóru talvolympiaduni í indiska stórbýnum Chennai í gjár. Vit vunnu 4-0 á San Marino. Sigurin var væntandi, tí Føroyar eru styrkismettar munandi hægri enn San Marino, men sjáldan eydnast í einum OL-dysti at vinna á øllum fýra borðunum. Helgi og Rógvi vunnu leikandi lætt við hvíta fólkinum, meðan Høgni og John, sum høvdu svarta fólkið, høvdu størri stríð enn hinir av sínum mótstøðumonnum.
Les meira »Talvolympiadan byrjað
Nú klokkan 10:30 í morgun ólavsøkudag vórðu fyrstu leikirnir fluttir á stóru talvolympiaduni í India. Føroyar telva í fyrsta umfari móti San Marino. Væntandi vinna Føroyar henda dystin ruddiliga. Føroyingar hava fleiri ferðir vunnið á San Marino í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og San Marino nummar 154 av teimum 188 liðunum í kappingini.
Les meira »Til OL í India
Føroyska talvlandsliðið er í dag á veg til India. 44. talvolympiadan verður í indiska stórbýnum Chennai, fyrr nevndur Madras. Kappingin byrjar ólavsøkumorgun, og endar 9. august. Talvolympiadan - stórfingnasta talvstevnan av øllum - er annaðhvørt ár, men nú eru fýra ár liðin síðani seinastu olympisku talvleikirnar. Hendan 44. olympiadan skuldi av røttum vera í Moskva í 2020, men koronafarsóttin forkom tí, sum so mongum øðrum.
Les meira »Frásøgn frá Kronborg Chess Open (Luitjen A. Apol)
Eg luttók í kappingini Kronborg Chess Open frá 26. – 29. mai 2022. Kappingin var býtt í bólkar, við 8 telvarum í hvørjum, har allir telva einaferð móti hvørjum øðrum. Eg var í sterkasta bólkinum, og var fjór hægst styrkismettur. Eg kom væl frá byrjan, og lá einsamallur á odda áðrenn síðsta umfar, við 4,5/5 stigum. Eg snávaði tó síðsta dagin, við at tapa eitt vunnið talv á sterkasta telvara í kappingini, og einum javnleiki í seinna talvinum. So eg endaði á einum deildum øðrum plássi við 5/7 stigum, sum kortini er eitt gott úrslit.
Les meira »Sterkt føroyskt lið á talv-OL
Talvolympiada verður í summar. Russland skuldi av røttum hýsa stóru stevnuni í 2020, men korona spilti spælið. Kappingin varð tí útsett til 2022. Men nú verður hon ikki í Moskva, sum ætlað. Øll vita hví. Í staðin hevur India við stuttum skotbrá boðið sær at skipa fyri hesum ovurhonds stóra tiltaki.
Les meira »Eyka aðalfundur
Við hesum verður lýst til eyka aðalfund tann 14/5-2022 í Hotel Runavík. Á skránni er val av nevndarlimum og val av tiltakslimum.
Les meira »Steypakappingin 2022 verður 14. mai
Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2021/22 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.
Les meira »Helgi vann alt
Stórmeistarin gjørdi bart í útsettu FM-kappingunum í snar- og kviktalvi um vikuskiftið. Í FM-snarkappingini í gjár vann Helgi við fullum stigatali – 11/11. Honum næstir vóru brøðurnir Rógvi Egilstoft og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen. Teir fingu 9½ stig hvør. Báðir taptu fyri Helga, og telvaðu javnt sínamillum. Hini níggju umførini vunnu teir alt. Í kvikkappingini í dag var Helgi aftur í flokki fyri seg. Níggju umfør vóru, og Helgi vann við 8½ stigi. Móti Herluf Hansen var remis, hini átta vann hann. Rógvi Egilstoft var aftur nummar tvey. Hann fekk sjey stig. Umframt ósigurin í innanhýsis talvinum fyri Helga, tapti hann eisini fyri Martini Poulsen.
Les meira »Beinleiðis frá FM í snar- og kviktalv
5 tey ovastu borðini verða víst beinleiðis. Sí leinkjur á https://live.faroechess.com
Les meira »