Av reint praktiskum orsøkum verður: Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 31 mars kl. 18.30 í Ósáskúlanum. Skrá: Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
Les meira »Arild vann á Korchnoi
Nú meðan London Classic varð telvað í Onglandi, ein tann sterkasta talvkappingin nakrantíð, gjørdi ein føroyingur veruliga vart við seg.
IA (International Arbiter) Arild Rimestad, sum best er kendur sum talvdómari, fekk enn ein skalp til simultan samlingina.
Ferðafrásøgn HDZ
Fyri knøppum tveimum mánaðum síðani var eg eitt rend yviri í Ìslandi og telvaði fýra umfør í íslendsku liðkappingini fyri liðið Talvfelagið Reykjavík (TR). Íslendska liðkappingin verður hildin yvir tvey vikuskifti, eitt í oktober og eitt í mars; fyrra vikuskiftið verða telvað fýra talv og seinna vikuskiftið trý.
Les meira »
FM í Snartalv úrslit
24 telvarar tóku lut í árliga føroyameistaraskapinum í snartalvi, sum var hildin í hølum Havnar Telvingarfelags.
Kappingin varð skipað í dupultumfør: 18 talv yvir 9 umfør.Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen, sum frammanundan høvdu boðað frá luttøku, høvdu forfall, men var oddurin kortini rímiliga væl mannaður.
Umframt verandi føroyameistara, Helga Dam Ziska, og comeback kid, Martin Poulsen, høvdu eisini vanligu snarhávarnir, John Rødgaard, Finnbjørn Vang og Nielsen-trioin úr Sandavági, lagt leiðina til Havnar at dystast.
Les meira »FM Ung Finalan
Karmarnir vóru framúr góðir, tá ið finalan í FM-Ung einstaklingar varð telvað í vikuskiftinum.
Fyri fyrstu ferð var ein talvkapping hildin í Skúlin við Løgmannabreyt, men vónandi gerst tað ikki síðstu ferð.
Sum undanfarin ár, var finalan eisini úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdómar, sum í 2012 verður í Finnlandi. Kappast var í fimm bólkum - A til E - har nr. 1 og 2 verða úttiknir til NM.
Les meira »
Úrslit – GP 3 á Toftum
20 luttakarar vóru til kvik-kappingina á Toftum, sum samstundis er triðja kappingin av 10 í Grand Prix 2011.
FM Ung-einstaklingar Finalan
"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2012 - sum hesuferð verður telvað í Finnlandi 17 - 19 februar.
Les meira »GP 3, Kvik-talv á Toftum+tilmeldingar
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping á Toftum, leygardagin 17. nov. Telvað verður í talvfelagnum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13.
Kappingin byrjar leygardagin 17. nov, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør. Luttøka higartil: 21
Les meira »Frásøgn: 15. Offene Internationale Bayerische Schach Meisterschaft
FM ung
Onnur innleiðandi kappingin í FM Ung-einstaklingar varð telvað í vikuskiftinum.
Upprunaliga skuldi telvingin fara fram í Vestmanna, men av praktiskum orsøkum var kappingin flutt til Havnar.
14 ungdómar møttust við talvborðini og úrslitini síggjast niðanfyri.
Í finaluni - sum verður telvað vikuskiftið 25. nov. - sleppa tveir teir ovastu telvararnir í hvørjum bólki við til NM.
Les meira »