Tilmeldingar FM 2013 Landsliðsbólkur 1. bólkur Almenni bólkur Unglingar Trýst á bólkarnar fyri at síggja tilmeldingarnar
Les meira »NM liðugt
Høgni Egilstoft Nielsen bronsu í NM
Bólkur-A:
Heiðrikur T. Jacobsen og Rúni Vørmadal vóru seedaðir aftastir í altíð sterka A-bólkinum,men serliga Heiðrikur hevði eina frálíka kapping við fleiri óvæntaðum úrslitum.
Les meira »
NM 3-4 umfar
Heldur frægari
3 og 4 umfar vórðu telvaði ídag, og úrtøkan var heldur frægari enn ígjar.
Les meira »NM 1-2 umfar
Tvey umfør eru telvaði av Norðurlandameistaraheitinum í skúlatelving, og hava føroysku unglingarnir lagt varisliga út.
Fyrsta umfar varð úrtøkan einans ½ stig, meðan annað umfar eydnaðist heldur frægari við 2½ stigi.
Les meira »Innbjóðing Jersey
Jersey International Chess Tournament Innbjóðing er í pdf her
Les meira »Tekniskir trupulleikar
Vegna tekniskar trupulleikar hevur heimasídan verid óvirkin seinastu dagarnar. Haldi okkum til gódar. TSF
Les meira »ST-Kvik
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 02. februar. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13. Kappingin byrjar leygardagin 02. februar kl. 10.00. Telvað verða 7 umfør. Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part. Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3 Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum. Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 53 27 00 el faroechess@faroechess.com Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 01. februar kl. 20.00 Møtið fjølment ! SANDAVÁGS TALVFELAG
Les meira »KJØLUR Open 2015
Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2014 í "Snjalla Bjalla", dagarnar 30.-01. januar/februar. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.
Tilmeldingar: http://www.chess-results.com/tnr159830.aspx?lan=32
Les meira »Janus HM U12 í Slovenia, viðmerkt talv
Janus Skaale luttók í november 2012 í World Youth Chess Championships 2012 í Slovenia.
Janus hevur í hesi grein gjørt viðmerkingar til tvey av talvum hansara í kappingini.
Les meira »
Rókur-open
Rókur Open 2013
Um vikuskiftið sótu telvarar – ungfólk eins og tilkomnir menn í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og hugsaðu so tað brakaði í.
Fyri 7 ferð varð skipað fyri einari Rókur Open kapping, og 5 umfør vóru telvd.
Sum siður er, møttu NM-luttakararnir fjølmentir til dystin fús.
10 unglingar fara til Íslands í februar mánað, og er Rókur Open liður í fyrireikingunum.
Samanlagt 37 telvarar luttóku í kappingini í Sundalagnum, sum ár undan ári hepnast sera væl.
Bæði hvat luttøku og einastandandi góðum karmum viðvíkur, har Sunda Kommuna er hollur viðspælari.