NM Ungdóm: Frásøgn 1. umfar

SDC11381_Large

SDC11381_LargeNM fyri unglingar: 1. umfar

 

A-bólkurin

Rógvi – Heiðrikur: Føroysku luttakararnir í elsta bólkinum møttust í fyrsta umfari. Teir skiftust um at snýta hvønn annan í byrjanini, og umvegis pirc kom talvið yvir í ein opnan variant av sisilionskum, sum hvørgin teirra hevur telvað áður. Báðir telvaðu kortini støðuna á skilagóðan hátt. Rógvi trýsti á d-linjuni, men Heiðrikur kontraði væl við mótspæli eftir f-linjuni. Støðan var jøvn, til Heiðrikur legði upp til eitt skeivt rókaavbýti. Rógvi gagnnýtti taktiska møguleikan, sum honum var givin, til at nápa eina finnu og síðani stigið.

Les meira »

NM fyri ungdóm: Hósdagur 16.02

NMFelags2012_Large

NM-hópurin er komin til Finnlands í øllum góðum. Flogið var úr Føroyum árla á morgni, og eftir stuttan steðg og millummála í Kastrup hildu vit víðari til Helsinki. Á flogvøllinum í Finnlandi stóð ein bussførari stóð fyri okkum við einum skelti, sum segði “Finnbjorn Vang”. Hann koyrdi okkum á hotellið, og kl. 19 høvdu øll tjekkað inn og fingið lyklar.   Á flogvøllinum í Keypmannahavn fall prátið á kend fólk, vit hava sæð. Onkur segði seg einaferð hava sæð Michael Laudrup á flogvøllinum, og ein annar vildi vera við, at hann hevði gingið heilt tætt fram við Peter Schmeichel. Stutt eftir komu tveir av telvarunum, sum ikki høvdu verið við í prátinum, algoystir yvir at boða frá, at teir júst høvdu borið eyga við Caroline Wozniacki. Tíanverri vóru vit júst tá á veg yvir til fráfaringarhølið, so fotografurin fekk onga mynd.   Vit búgva og telva á einum hotelli, sum sambært móttøkudamuni sjálvari liggur …

Les meira »

Frásøgn HT Open 2012

rogvi

14 telvarar tóku lut í vikuskiftiskappingini HT-Open, sum varð hildin í hølum Havnar Telvingarfelags 27. – 29. januar 2012. Eitt harmiliga lágt luttakarata einari kapping, sum fyri ikki nógvum árum síðani var eitt av hæddarpunktunum í føroyska talvkalendaranum.

Les alla frásøgnina her

Rókur Open – Rógvi E. Nielsen 5/5!

Sum siður er, vóru NM-luttakararnir til dystin fús tá Rókur Open varð telvað í vikuskiftinum. 9 unglingar fara til Finnlands í februar mánað, og er RO liður í fyrireikingunum – samanlagt vóru 20 luttakarar har ímillum Olaf Berg og Martin Poulsen, so kappingin var ikki nøkur "walk over". Rógvi Egilstoft Nielsen lat tó ongan iva vera um úrslitið í Rókur Open. Hann vant burturúr hinum telvarunum, og endaði kappingina við 5 stigum av 5 møguligum !  Á øðrum plássi endaði Høgni Egilstoft Nielsen við 4 stigum og Martin Poulsen varð nr. 3 við 3½ stigi. Ratingvirðislønirnar vunnu Jónfinn Thomsen 1800-2000, Rúni Tindskarð Jacobsen 1201-1500 og Hanna Jacobsen 1000-1200   Endaliga støðan finst á: http://chess-results.com/tnr63858.aspx?art=2&rd=1&lan=1  

Les meira »

Jólakapping hjá Sandavágs Talvfelag

Rógvi Egilstoft Nielsen vann jólakappingina, men tað skuldi umdystur til, tí bróðurin Høgni Egilstoft Nielsen hevði eins nógv stig og Rógvi, teir fingu 17½ í part av 19 møguligum.

Sandavágs Talvfelag hevur í fleiri ár havt jólakappin í talvi. Í ár vóru 20 telvarar við har allir telvaðu ímóti øllum - t.v.s. at teir fingu 19 talv í part. Byrjað varð kl. 17 stundisliga og liðugt var kl. 21:30.

Les meira »

2. Jóladag snar KTF

 

Tað er siður í Klaksvíkar Talvfelag, at 2. jóladag møtast telvarar til snartalv. Tað er ymiskt hvussu luttøkan er, men tað er altið bæði spennandi og hugaligt.

Luttøkan hevur oftað verið størri enn 2. jóladag 2011, men sjáldan meiri fjølbroytt.

Av teimum 8 møttu telvarunum, vóru helvtin útisetar og 3 høvdu aldrin fyrr telvað í talvfelagi.

 

Les meira »

Jólakapping hjá Vestmanna Talvfelag

Árliga jólakappingin hjá Vestmanna Talvfelag var hildin leygardagin 17 dec. Umstøðurnar vóru framúr góðar, vóru í gomlu kaffistovuni á ferjuleguni inni á Fjørð.
Kappingin gjørdist óvanliga spennandi, og er nokk mest spennandi jólakapping í Vestmanna í nógv ár. Áðrenn síðsta umfar var støðan í toppinum hendan:
1. Jákup Andreasen     13½ (fríumfar síðsta umfar)
2. Petur Højgaard        13
3. Martin Brekká          12
4. Samson Højgaard    11½