Tap er í hendi hjá norska heimsmeistaranum í talvi, Magnus Carlsen, nú fyrsti HM-finaludysturin í sonevndu Fischer-random talvkappingini er fyri í Noregi. Eftir annan av trimum finaludøgum hevur mótstøðumaðurin Wesley So úr USA vunnið sær so trygga leiðslu, at tað skal eitt ódnartak hjá Carlsen til fyri at vinna, tá kappingin endar í morgin leygardagin.
Les meira »Mangur leikur í longum talvi
Tað munnu fýra av heimsins bestu telvarum sanna, sum í hesum døgum kappast um óalmenna HM-heitið í sonevndari Fischer-randomtelving. Telvað verður í Noregi. Stríðið stendur millum Magnus Carlsen úr Noregi, Wesley So úr USA, Fabiano Caruana úr USA og Ion Nepomniachti úr Russlandi.
Les meira »Úttøkukapping til NM í talvi fyri børn og ung
Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 2. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.
Les meira »FM og úttøkukappingar til NM fyri børn og ung
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til NM í talvi. Í 2020 verður kappingin í Danmark 21.-23. februar. Telvað verður í 5 bólkum. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Les meira »VT1 – HT1 útsettur
Vegna jarðarferð er dysturin millum VT1 – HT1 útsettur. Dysturin verður telvaður 10. novembur.
Les meira »Luitjen og Leif við í altjóða talvkapping í Svøríki
Í gjár byrjaði tann árliga talvkappingin, Uppsala Young Champions. Hetta er ein sterk, altjóða kappingin fyri unglingar, ið verður telvað í Uppsala, Svøríki. Við í kappingini eru okkara sterkastu unglingar, Luitjen Akselsson Apol (2129) og Leif Reinert Fjallheim (1985). Báðir eru komnir væl frá byrjan. Í fyrsta umfari vann Luitjen, við svørtum, á svenska Vidar Grahn (1926), meðan Leif, við hvítum, spældi remis móti svenska CM Leo Crevatin (2221).
Les meira »Fyrstu leikirnir fluttir
Landskappingin í talvi 2019/20 er byrjað. Fyrsta umfar hevur verið, og sunnudagin verður lagt til brots í øðrum umfari. Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag løgdu bragdliga fyri og gjørdu bart í fyrsta dystinum móti Kollafjarðar Talvfelag. Vágamenn vunnu á øllum fýra borðum. Manningin er tann sama sum í fjør: 1. Høgni Egilstoft Nielsen 2. Rógvi Egilstoft Nielsen 3. Silas Eyðsteinsson 4. Torkil Nielsen.
Les meira »Talvkalendarin dagførdur
Talvkalendarin er dagførdur. FM-Snar og FM-Kvik verður telvað í Løkshøll 29-30 novembur.
Les meira »ST-Open
Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 8.-10. novembur 2019. Telvað verður í hølum felagsins.
Les meira »KT-Kvik leygardagin
Leygardagin kl. 11 verður fyrsta kvik-kapping í ár. Kappingin verður í Kollafjarðar skúla. Kappingin er partur av GP-kappingunum og er fyri øll, bæði roynd og óroynd.
Les meira »