Landsliðsbólkur Almennur bólkur Unglingar Trýst á myndina fyri at aktivera linkini.
Les meira »Innbjóðing VT-Open
Hervið verður bjóðað til VT-Open í Vestmanna Skúla í døgunum 23-25 mars 2012. Kappingin er partur av samlaðu grandprixkappingini. Kappingin byrjar fríggjadagin 23. mars 2012 kl. 18.00. Leygardag og sunnudag verður byrjað kl. 10.00 og 15.00. Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sek fyri hvønn leik. Virðislønir (pengar) verða latnar nr. 1,2 og nr. 3, umframt ratingvirðislønir. Luttøkugjaldið er kr. 100 vaksin, ung. 50 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telva verður fríggjakvøldið 23. mars. Meldast kann til við at senda teldupost til Jákup á Rógvu Andreasen jakup1980@live.dk Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr67905.aspx?lan=7 Seinasta freist at melda luttøku er hóskvøldið 22. mars kl. 19.00 Vælkomin til Vestmannar! Vestmanna Talvfelag
Les meira »FM fyri gentur 2012
Í yngra bólkinum blivu Angela og Hjørdis Maria nr 1, Dania nr 3 og Ronja nr 4.
Skúlin í Kollafirði var karmur um FM-kappingina hjá gentum í vikuskiftinum. Gentutelving er ikki akkurát tað sum vit hoyra mest um í føroyska talvheiminum, men hóast tað, so møttu fleiri gentur úr serligani Suðurstreymoy upp til kappingina.
Les meira »Innbjóðing til FM 2013
Havnar Telvingarfelag skipar í døgunum 23. mars til og við 30. mars 2013, fyri Føroyameistaraheitinum í talvi fyri einstaklingar.
Kappast verður í landsliðsbólkinum, 1. bólki, 2. bólki og unglingar.
Kappingin
Kappingin fer fram í Argja Skúla, frá 23. mars til og við 30. mars.
Les meira »FM fyri gentur 2012
Talvsamband Føroya skipar fyri FM í talvi fyri gentur 2012, sunnudagin tann 26. februar kl. 14.00. Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði.
Les meira »NM Ungdóm: Frásøgn 6. umfar
NM fyri ungdóm: Høgni silvur!
NM-kappingin fyri skúlaungdóm er av, og føroyski hópurin kemur heim úr Finnlandi við einum silvurheiðursmerki í viðførinum. Tað var Høgni Egilstoft Nielsen í C-bólkinum, sum stóð fyri bragdinum. Høgni hevði eina hóvliga byrjan upp á kappingina við 2½ stigi eftir 4 umfør, men setti so føtur í spenni og vann bæði tey seinastu talvini. 4½/6 var nokk til eitt tríbýtt fyrstapláss, og eftir útrokningar av mótstøðustigum fekk Høgni annaðplássið og silvur. Eitt megnaravrik av sandavágsunglinganum, sum stóð stinnur, tá ið harðast leikaði á. (Eins og í Danmark í 2008 hevði sviin, Egor Norlin, betru mótstøðustigini og fór avstað við gullinum.)
Les meira »NM Ungdóm: Frásøgn 5. umfar
NM fyri ungdóm: 5. umfar
5. umfar varð tað úrtøkubesta fyri føroyingarnar higartil. Hóast tað lættliga kundi verið til meira, má 5 stig av 9 møguligum sigast at vera sannur fongur. Tað einasta, vit veruliga kundu iðra okkum um, var, at Rógvi ikki tók av møguleikanum at leggja sjógv ímillum seg og nærmastu avbjóðararnar.
Les meira »
NM Ungdóm: 4. umfar
NM fyri ungdóm: 4. umfar
4. umfar var tað mest spennandi í kappingini higartil. Einu løtuna øtaðist venjarin fyri, at tað bert fór at verða til tað hálva stigið hjá Silasi, men næstu ferð, hann fór at lodda dýpið, høvdu vit vinnandi støður á fýra borðum og stóðu til minst 4 stig. Tað gjørdist til 2½ stig. Eitt sindur spell, tá ið hugsað verður um støðurnar, vit høvdu hasa einu løtuna, men eitt heilt gott avrik, tá ið hugt verður við objektivum brillum.
Les meira »
NM Ungdóm: Frásøgn 3. umfar
NM fyri ungdóm: 3. umfar
A-bólkurin
Hallgerður Thorsteinsdóttir (1969) – Heiðrikur T. Jacobsen (1899): 1-0
Heiðrikur nýtti pirc-uppsetingina við svørtum ímóti íslendsku gentuni. Tað bleiv eitt rokaligt talv. Gentan hevði fyrimunin at byrja við, men so kom Heiðrikur fyri seg. Hann skuldi tó allatíð vara sær fyri, at kongurin, sum stóð í miðjuni tann fyrsta partin av talvinum, ikki kom undir álop. Tá frúnnar komu av borðinum, var Heiðrikur við at taka yvir, men tíðin spældi honum eitt puss. Hann yvirsáð eitt riddaraskák og misti stutt eftir eina finnu. Hvíta fólkið slapp inn í støðuna, og so var farið.
Les meira »NM Ungdóm: Frásøgn 2. umfar
NM fyri ungdóm: 2. umfar
A-bólkurin
Heiðrikur telvaði við hvíta fólkinum ímóti Vihtori Immonen (2125) og slapp beint út í tað, vit høvdu fyrireikað. Heiðrikur var omaná tað fyrstu løtuna, men eftir frúgvaavbýtið fekk finnin fyrimunin. Heiðrikur vardi seg tó væl, og hóast mótstøðumaðurin vann eina finnu, tryggjaði okkara maður sær nóg mikið av mótspæli til at halda riddaraendatalvið til javnleik. Leikurin g5! var serliga framsíggin.
Rógvi telvaði við svørtum ímóti norska Even Thingstad (2219). Rógvi telvaði nakað afturhaldið og kom tíðliga í talvinum at standa nakað kroystur. Tá tað sá svartast út, tók Rógvi tað røttu avgerðina og offraði mann fyri mótspæl ímóti hvíta konginum. Støðan var vunnin hjá normanninum, men hann var hart trýstur á klokkuni. Mótstøðumaðurin fann ikki bestu leikirnar, og endin var, at tað var Rógvi, sum hevði bæði ein og tveir mans í yvirtali og fór avstað við stiginum. Væl komið aftur av Rógva!
Les meira »