Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 6. mars. Telvað verður í Ósáskúlanum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.
Kappingin byrjar leygardagin 6. mars, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.
Les meira »
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 6. mars. Telvað verður í Ósáskúlanum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.
Kappingin byrjar leygardagin 6. mars, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.
Les meira »Telvarin hevur telvað við Toftir 2 í 8., 9. og 10. umfari. Misskiljingar frá Toftir 2 høvdu við sær, at telvarin ikki varð fráboðaður til kappingarleiðaran, og tískil ikki settur á styrkilistan hjá felagnum. Kappingarleiðarin hevur avgjørt, at telvarin skal roknast at vera á styrkilistanum eftir 8. umfar hjá 3. deild, og er sostatt lógligur eftir hetta. Niðurstøðan er sostatt, at viðkomandi telvari tapir talv sítt í 8. umfari.
Les meira »Helgi sigraði trygt ! Lokali Rógvi E. Nielsen var hin einasti, sum megnaði at skala fulla stigatalinum: Javnt !
28 telvarar vóru til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági í dag. Telvað varð í SÍF-húsinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.
Les meira »Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild. Hesin regul er galdandi fyri allar deildir. Í unglingadeildini gerst hesin regul galdandi við, at telvarar ikki kunnu flyta frá einum liði í unglingadeildini, niður í lægri lið í unglingadeildini – tó kunnu teir hava telvað við einum liði í vaksnamannadeildinum í umfarinum frammanundan.
Les meira »1 Helgi D. Ziska IM HT 2419 2 John Arni Nilssen IM KTF 2376 3 John Rødgaard IM VT 2344 4 Heini Olsen FM KTF 2343 5 Martin Poulsen HT 2299 6 Flóvin þór Næs FM HT 2252 7 Jóan Hendrik Andreasen HT 2251 8 Carl Eli N. Samuelsen VT 2246 9 Rógvi W. Rasmussen TFS 2217 10 Ólavur Simonsen KTF 2214 11 Olaf Berg ST 2193 12 Eyðun Nolsøe KTF 2181 13 Heini Danielsen SF 2160 14 Hans Kristian Simonsen KT 2154 15 Bogi Ziska HT 2150 16 Torbjørn Thomsen KT 2137 17 Jens Christian Hansen TT 2124 18 Sjúrður Thorsteinsson VT 2084 19 Finnbjørn Zachariassen Rókur 2082 20 Steintór Rasmussen KTF 2075 21 Rógvi E. Nielsen ST 2065 22 Finnbjørn Vang KTF 2065 23 Wille Olsen KTF 2034 24 Herluf Hansen HT 2027 25 Torkil Nielsen ST 2021 26 Hanus Brekká TFS 2010 27 Rani Nolsøe KTF 1994 …
Les meira »FM Heini Olsen luttekur í Reykjavik Open 2010, sum fer av bakkastokki mikudagin kl. 15.30, tá fyrsta umfar verður telvað.
Les meira »
Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 27. februar. Telvað verður í SÍF-húsinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.
Kappingin byrjar leygardagin 27. feb, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.
Les meira »Høgni Egilstoft Nielsen kemur heldur ikki hesuferð tómhentur heim til Sandavágs eftir lokna talvkapping í útlondum. Úrmælingurin vann NM-bronsu í Svøríki, fyri telvarar 12 ár og yngri. Einastandandi frálíkt avrik av Høgna, sum enn einaferð minnir okkum á, at heilt serlig talvevnir gera seg galdandi.
Les meira »
Hóast bert 9 ára gamalur, hevur Janus Skaale, úr Klaksvík, framt eitt satt bragd í yngsta U10 bólkinum í NM í Svøríki. Eftir javnleik hósdag fyrrapart, er sigursrøðin framúrskarandi: 3 sigrar uppí slag !
Les meira »
Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, vann - fríggjadag seinnapart - sera spennandi og dramatiskan oddadyst í U12-bólkinunum, ímóti lokala favorittinum, Egor Norlin (1911), úr Svøríki. Úrslitið inniber ein heilt einastandandi spennandi endabrest leygardagin, tá tvinni og seinastu umførini verða telvd.
Les meira »