NM 2015: Høgni svaraði aftur

Høgni svaraði aftur Rúni T. Jacobsen vann fyri fyrstu ferð í hesi kappingini, og nú er Høgni Egilstoft Nielsen eitt hálvt stig aftanfyri tveir teir fremstu í NM kappini í skúlatelving Annar kappingardagurin í norðurlendsku kappingini í skúlatelving, sum hetta vikuskifti er í Klaksvík, er av. Í dag riggaði tað tøknliga soleiðis, sum tað varð vónað og væntað. Tað vil siga, at tað bar til at fylgja talvunum beinleiðis á netinum. Tað verður telvað á Hotel Klaksvík – á Sjómansheiminum – og har verður fimta umfar sunnudagin klokkan 10. Sætta og seinasta umfar verður sunnudagin klokkan 16. Luttakararnir fara av aftur landinum mánadagin.   A bólkurin (1995-1998) Sæð við føroyskum eygum var stóri spenningurin í dag, hvussu tað fór at hilnast hjá Høgna Egilstoft Nielsen í bólki A, ið eru teir, sum eru føddir 1995-1998. Eftir at hann fyrrapartin tapti í triðja umfari, so eydnaðist tað Høgna seinnapartin at reisa …

Les meira »

NM 2015: Høgni tapti í triðja umfari

Nú NM kappingin er hálvrunnin eru svenski Joar Olund og íslendski Dagur Ragnarsson fremstir við fullum stigatal

 

NM í skúlatelving í Klaksvík er hálvrunnið. Klokkan tíggju í morgun var farið undir triðja umfar, sum nú er liðugt. Fjórða umfar er á skránni klokkan 16.

Í A bólkinum (1995-1997) tapti Høgni Egilstoft Nielsen (2372) við hvíta fólkinum ímóti svenska Joar Olund (2291). Hóast Høgni sat við hvíta fólkinum, so var tað Joar Olund, sum megnaði at seta trýst á mótstøðumannin. Tíðliga vórðu frúgvarnar avbýttar, og eftir fleiri aðrar avbýtingar varð trýstið frá svenskaranum so mikið stórt og støðugt, at Høgni legði kongin.

Les meira »

Live games on ChessBomb

The live games are now also available on ChessBomb (with engine). Follow link on left side, or http://www.chessbomb.com/arena/-/2015-nm

Les meira »

Live games update

On February 14th the Faroese Chess Federation celebrates its 45th birthday and we shall be like our energic Vice President Elmar Reinert Fjallheim – ON ROLL!    All 30 games in the Nordic Youth Chess Championship will be online.   Users experiencing issues with mobile devices, see more info on our Live Games site.    

Les meira »

NM 1. dagur

 

Høgni fekk fult fríggjadagin
 

Føroyameistarin vann fyrsta dagin í NM kappingini bæði talvini og er fremstur

 

Fyrsti dagurin í NM kappingini í skúlatalvi var langur. Hetta var ikki óvæntað, tí luttakararnir úr Íslandi komu ikki fyrrenn seinnapartin. Tað er ferðasamband millum Føroyar og Ísland fríggjadag og mánadag, og tað bar ikki annað til enn at laga skránna eftir ferðamøguleikunum.

Steðgurin millum fyrsta og annað umfar var ikki langur, og síðstu talvini í øðrum umfari vóru ikki liðug fyrrenn út ímóti miðnátt.

Tað verður telvað á Hotel Klaksvík – á Sjómansheiminum. Triðja umfar verður leygardagin klokkan 10.00. Kappingin er almenn.

Tíverri vóru tað fríggjadagin trupulleikar við live dagføringini. Tað verður arbeitt við at fáa hetta at rigga í morgin, men enn er ikki greitt, um tað fer at eydnast.

Les meira »

NM 2015 byrjar í dag

Skriv

Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað í Føroyum í vikuskiftinum. 60 ungdómar frá Finlandi, Svøríki, Norra, Danmark, Íslandi og Føroyum kappast í 5 aldursbólkum um at gerast besti norðurlendingur í skúlatelving. Umframt at hýsa útlendsku telvarunum við fylgi, verður kappingin telvað á Hotel Klaksvík. 6 umfør eru á skránni, har fyrsta umfar byrjar fríggjadagin 13 februar kl. 15.00, og seinasta umfar sunnudagin 15 feb. kl. 16.00. Øll eru vælkomin inn á Hotel Klaksvík at hyggja, men eisini kann fylgjast við á netinum, har øll talvini verða víst live via www.faroechess.com. Millum føroyingarnar eru størstu vónirnar til Høgna Egilstoft Nielsen, sum er styrkismettur ovast í elsta bólkinum við 2372 ratingstigum. Í hinum bólkunum eru føroysku telvararnir millum teir lægst rataðu, men tað er mangur leikur í longum talvi, so alt kann henda og vónirnar góðar.

Les meira »

Participants

Grp A (1995-97) No.   Name FED Rtg 1 NIELSEN Hogni Egilstoft FAI 2372 2 FM OLUND Joar SWE 2291 3 NIELSEN Viktor Haarmark DEN 2202 4 THOGERSEN Rasmus DEN 2137 5 KARLSSON Mikael Johann ISL 2077 6 RAGNARSSON Dagur ISL 2059 7 HOLLELAND Sigve NOR 2053 8 LOBERSLI Henrik Oie NOR 2004 9 SEPPALA Joni FIN 1760 10 KARLSSON Erik 1997 SWE 1737 11 JACOBSEN Runi T. FAI 1724 12 SUONINEN Samu FIN 0 Grp B (1998-99) No.   Name FED Rtg 1 FM HAUGE Lars Oskar NOR 2362 2 FM THYBO Jesper Sondergaard DEN 2255 3 JOHANNESSON Oliver ISL 2170 4 JACOBSEN Mikkel Manosri DEN 2145 5 VALKAMA Eero FIN 2168 6 THORGEIRSSON Jon Kristinn ISL 2059 7 BIT-NARVA David SWE 2104 8 SYVALAHTI Timo FIN 1947 9 KVENDSETH Cornelius NOR 1943 10 ODELL JOHANSSON Leo SWE 1845 11 FINNSSON Eli W. FAI 1412 12 BERTHOLDSEN Bjarki FAI …

Les meira »