VT Open úrslit

VT Open er júst liðug og gjørdust vinnararnir 3 í tali. Olaf Berg, Rógvi E. Nielsen og Høgni E. Nielsen endaðu allir á 4 stigum av 5 møguligum. Ratingvirðislønina vann Joen Pauli Johannesen við 3 stigum.   Finn Larsen hevur tikið fleiri myndir frá kappingini, tær kunnu síggjast inni á Facebook bólkinum "Talvtos"   Samlaða støðan sæst á vinstra bredda undir aktuelt.

Les meira »

Frásøgn: Feðgar í Reykjavík Open

Reykjavík Open varð hildin í døgunum 6. – 13. mars. Tvey føroysk umboð vóru við: Andrias Ziska og Helgi Dam Ziska.

Kappingin, sum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, hevði annars methøga luttøku í ár við 200 telvarum. Ein orsøk til hetta mundi vera, at eftirstundað nøvn sum italska stórtalentið, GM Fabiano Caruana (2767), og kvinnuligi heimsmeistarin, kinesiska GM Hou Yifan (2639), vóru millum luttakararnar.

Ein onnur orsøk var helst, at kappingin varð hildin í glæsilga nýggja konserthúsinum, Hørpuni. Flest øll munnu vera á einum máli um, at tað er ein flottur bygningur, men almenna fatanin millum telvararnar var, at Harpan helst hóskar seg betur til konsertir enn talvkappingar, tí tað hoyrdist oftari enn so larmur frá orkesturvenjingum, vindi og oompah-oompah elektrotónleiki niður í spælihølið. Fyrireikararnir lovaðu tó at bøta um hetta til næsta ár.

Les meira »

Innbjóðing VT-Open

Hervið verður bjóðað til VT-Open í Vestmanna Skúla í døgunum 23-25 mars 2012. Kappingin er partur av samlaðu grandprixkappingini. Kappingin byrjar fríggjadagin 23. mars 2012 kl. 18.00. Leygardag og sunnudag verður byrjað kl. 10.00 og 15.00. Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sek fyri hvønn leik. Virðislønir (pengar) verða latnar nr. 1,2 og nr. 3, umframt ratingvirðislønir. Luttøkugjaldið er kr. 100 vaksin, ung. 50 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telva verður fríggjakvøldið 23. mars.   Meldast kann til við at senda teldupost til Jákup á Rógvu Andreasen jakup1980@live.dk Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr67905.aspx?lan=7 Seinasta freist at melda luttøku er hóskvøldið 22. mars  kl. 19.00   Vælkomin til Vestmannar! Vestmanna Talvfelag

Les meira »

FM fyri gentur 2012

 
Í eldra bólkinum bleiv Hanna nr 1, Zoe nr. 2 og Súsanna nr 3. Hinar á myndini eita Rúna nr 4 og Maria nr 5
 

Í yngra bólkinum blivu Angela og Hjørdis Maria nr 1, Dania nr 3 og Ronja nr 4.

 

Skúlin í Kollafirði var karmur um FM-kappingina hjá gentum í vikuskiftinum. Gentutelving er ikki akkurát tað sum vit hoyra mest um í føroyska talvheiminum, men hóast tað, so møttu fleiri gentur úr serligani Suðurstreymoy upp til kappingina.

Les meira »

Innbjóðing til FM 2013

Havnar Telvingarfelag skipar í døgunum 23. mars til og við 30. mars 2013, fyri Føroyameistaraheitinum í talvi fyri einstaklingar.

Kappast verður í landsliðsbólkinum, 1. bólki, 2. bólki og unglingar.

 

Kappingin

Kappingin fer fram í Argja Skúla, frá 23. mars til og við 30. mars.

Les meira »

FM fyri gentur 2012

Talvsamband Føroya skipar fyri FM í talvi fyri gentur 2012, sunnudagin tann 26. februar kl. 14.00. Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði.

Les meira »

NM Ungdóm: Frásøgn 6. umfar

NM fyri ungdóm: Høgni silvur!

 

NM-kappingin fyri skúlaungdóm er av, og føroyski hópurin kemur heim úr Finnlandi við einum silvurheiðursmerki í viðførinum. Tað var Høgni Egilstoft Nielsen í C-bólkinum, sum stóð fyri bragdinum. Høgni hevði eina hóvliga byrjan upp á kappingina við 2½ stigi eftir 4 umfør, men setti so føtur í spenni og vann bæði tey seinastu talvini. 4½/6 var nokk til eitt tríbýtt fyrstapláss, og eftir útrokningar av mótstøðustigum fekk Høgni annaðplássið og silvur. Eitt megnaravrik av sandavágsunglinganum, sum stóð stinnur, tá ið harðast leikaði á. (Eins og í Danmark í 2008 hevði sviin, Egor Norlin, betru mótstøðustigini og fór avstað við gullinum.)

Les meira »

NM Ungdóm: Frásøgn 5. umfar

P1010070_Large

P1010070_LargeNM fyri ungdóm: 5. umfar

 

5. umfar varð tað úrtøkubesta fyri føroyingarnar higartil. Hóast tað lættliga kundi verið til meira, má 5 stig av 9 møguligum sigast at vera sannur fongur. Tað einasta, vit veruliga kundu iðra okkum um, var, at Rógvi ikki tók av møguleikanum at leggja sjógv ímillum seg og nærmastu avbjóðararnar.

 

Les meira »

NM Ungdóm: 4. umfar

NM fyri ungdóm: 4. umfar

 

4. umfar var tað mest spennandi í kappingini higartil. Einu løtuna øtaðist venjarin fyri, at tað bert fór at verða til tað hálva stigið hjá Silasi, men næstu ferð, hann fór at lodda dýpið, høvdu vit vinnandi støður á fýra borðum og stóðu til minst 4 stig. Tað gjørdist til 2½ stig. Eitt sindur spell, tá ið hugsað verður um støðurnar, vit høvdu hasa einu løtuna, men eitt heilt gott avrik, tá ið hugt verður við objektivum brillum.

   

Les meira »